Flúgv, jólaeingil, flúgv!
Kornelius hevur hug at reypa sær eitt sindur fyri jólaeinglinum Lukretiu.
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Tanka - strok, Nr. 2 - 2011
Hópur av stuttligum uppgávum og spennandi høvuðsbrýggi kryddað við spennandi krimisøgu og gaman, sum fær teg at ringja teg saman í skellilátri.
Lyft klaffunum - Talbók
Stuttlig bók ið hjálpir smábørnum at menna talfatan við at samanbera og kenna tøl aftur. Nógv er at finna, seta navn á og tosa um við bókini, ið hevur yvir 80 klaffar at lyfta.
Gladiator drongurin 4. Uppreis
Decimus Rex er flýggjaður av arenuni saman við Olu, men nú verða teir fýra vinirnir brúktir sum agn fyri at fáa Decimus og Ola at koma aftur. Spurningurin er so, um Decimus og Olu megna at koma til Suvius tornið í nóg góðari tíð.
Gladiator drongurin 3 Trælirni
Decimus Rex og Olu rýmdu av Primus arenuni og harðræði Drin Hains, skuggatænara Slavius Dooms. Teir flýggja gjøgnum tunlarnar og koma sær umborð á eitt skip. Vanlukkutíð, so eru vinir teirra ikki so hepnir. 3 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Loyndarmálið í triðja hellinum, heft (42)
Marcus dugir at klappa við einari hond, at standa sum sýnisdukka og gráta í myrkri. Kanska fer hetta at koma væl við, tá ið hann, systkinabørnini og djarvi hundurin Pelle koma í eina sera trupla støðu.
Heimsins besta bók
Ein heilt serlig metbók um bæði eitt og annað. Saman við metunum eru stuttligar tekningar á hvørji síðu. Visti tú til dømis, at um tú vildi átt besta pápan í verðini, so skuldu tú verið ein lummafroskur ella sjóhestur?
Sannleikans stund
Frida líður av álvarsamari eygnasjúku og ger av at flýggja frá øllum. Hon ferðast til Italia at síggja tað vakrasta í verðini. Her hittir hon listanørdin Jákup, ið lærir hana at síggja við nýggjum eygum.
Vinurin - Tey í 5.B. 2. Bók
Bókin er ein spenningssøga og viðger fyrst og fremst hetta við, at børn kjatta inni á netinum og kanska ikki vita av, hvørjum tey í grundini kjatta við. Tvs. hon setur fokus á evnið at ansa eftir børnum og teirra atferðum í sambandi við teldu. Anna hevur ein kjattvin á netinum og ger av at hitta hann. Einasta, sum veit um hetta, er vinkonan Barbara, sum ikki er heilt álvulig við tankan um, at Anna skal hitta ein, hon ikki kennir.
Mín jólabók 2011
Ítrivini er soleiðis, at tað helst ikki skal kosta ein harragarð at gera tey, og saman við øllum teimum nýskrivaðu søgunum er jólabókin í ár ein heildaruppliving sum kann gera bíðitíðina fram til jóla eina spennandi og hugnaliga tíð.
Loyndarmálið hjá pápa
Pápi hevur eitt loyndarmál – eitt loyndarmál, sum vit bæði, Siri og eg, ikki mugu gretta orð um. Og eitt kann eg siga tær! Tað er verri enn loyndarmálið hjá flest øðrum húskjum. – so nógvar ferðir verri!
Huckleberry Finn, skreytútgáva
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Vencil á enskum
Serútgáva - Vencil á enskum
Huckleberry Finn
Ein hin kendasta bókin eftir Mark Twain. Spennandi, stuttlig og verður av nógvum roknað sum klassikari í nýggjum amerikanskum bókmentum.
Vencil nr.10
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.















