Heyst - meldurbók
Tá vetur, vár og summar eru farin afturum, verður heystligt í Meldurbýnum. Øll hittast til tónleik og dans í býarveitsluni, og í Mentanarhúsinum verður graskarkapping. Børnini heilsa nýggja barnagarðinum vælkomin við stórari lanternuskrúðgongu. Í Heystmeldurbókini vísir Rotraut Susanne Berner okkum aftur nógvar søgur: gær og gamlar kenningar, eina brúðleypsferð, og tá eitt burturvilst húsdjór kemur afturíaftur.
Náttar - meldurbók
Summar - meldurbók
Triðja bókin um árstíðirnar og lívsins gongd í býnum og har um leiðir. Hesa ferð er hon um summar, og hvat øll takast við hesa árstíðina. Mangt stuttligt hendir í bókini, og vaksnu og børn kunnu lata hugflogið fáa ræðið og finna upp á søgur sjálvi.
Vár - meldurbók
Eftir vetur kemur vár. Í góðveðrinum eru bæði fólk og dýr úti: í urtagørðum og á bóndagørðum uttan fyri býin, á torginum og á gøtunum, í handlum og í viðarlundini. Rotraut Susanne Berner brúkar myndir at vísa nógvar smáar søgur, sum fara fram ein sovorðnan dag.
Vetur - meldurbók
Hendan bókin er um ein bý og alt har um vegir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum. Og haraftrat vísa myndirnar nógvar smáar søgur, sum fólk ´g dýr uppliva ein vetrardag: Andrea er aftur for sein til bussin, pappageykurin hjá Lenu fer til stroks, og so kemur enn eina ferð ein reyður pungur undan kavi....




