Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó! Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.
Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott. Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur
Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía. Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?
Tey bæði systkini varnast ta nýggu grannakonuna, og hon er eitt sindur løgin, og so líkist hon einum vampýri! Og so fer hugflogið av stað við børnunum ...
Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum. Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.
Onkur skavast! Ein mús býr undir skápinum. Askur setir eina fellu upp. Hann ynskir sær eitt dýr.Helst eina mús. Men pápin ræðist mýs.
Askur hjálpir abbanum ar flyta. Hann finnur ein gamlan vasa. Vasin er brotin. Har er ein leyva á honum. Kann er sleppa at eiga vasan? spyr Askur.
Kaia drálar framman fyri hurðina inn til nýggju floksstovuna. So turkar hon hendurnar upp í kovboybuksurnar. Tær eru sveittutar. Tær ristast eisini eitt sindur. Nær heldur hetta uppat? Hey, Blondi. Tú stendur fyri! Tað er Heri. Kaia hevur ilt í búkinum. Hon var eisini eyknevnd í gamla skúlanum. Tað var ikki stuttligt.
Brá eigur eitt ross. Tað eitur Glæma. Í dag skulu Brá og Glæma inn í býin. Býar-veitsla er í viðarlundini. Brá skal leiða Glæmu túrar. Brá stúrir eitt sindur. Man tað fara at ganga væl?
Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.
Brá eigur eitt ross. Tað etiru Glæma. Brá og Glæma skulu í ríðiskúla Brá er eitt sindur stúrin. Tí nógv er, sum hon skal læra. Man tað fara at ganga væl?
Neo og Niria eru komin á rúmdarstøðina á Sikso. Tey vilja finna foreldrini, men rúmdarstøðin er manntóm. Eingin veit, hvar foreldur teirra eru. Tey fara út at leita eftir teimum. Men so renna tey seg í stóran vanda.... Deyð jørð er ein spennandi rúmdarrøð, sum er løtt at lesa. Hetta er onnur bókin í røðini.
Neo og Niria sluppu undan úlvunum á Sisko. Nú eru tey á veg á eina nýggja støð. Men eru foreldrini har? Og sluppu tey veruliga undan úlvunum?