Anna Frank er bók um trettan ára gomlu Annu, sum saman við familju sínari goymdi seg á einum lofti undan týskarunum undir seinna heimsbardaga. Bókin er í 7. torleikastigi.
Ein søga um sorg, einsemi og happing. Søgan er um gentuna Mo, sum kemur nýggj í ein flokk; í staðin fyri at siga frá, hvaðan hon kemur og hvat hon hevur upplivað, byrjar hon at lúgva og finna uppá søgur.
Hon er um ein drong um 14 ára aldur, sum alt lívið hevur ansað eftir sær sjálvum. Síðan hann var 7 ár, er hann rýmdur undan myndugleikum og harkaliðum. Einki er, sum tú heldur tað vera, og sum lesari verður tú alla tíðina tikin á bóli.
Hvassi flýggjar eins og í fyrstu bók undan fólkum, hann ikki veit, hvørji eru, og einki er, sum tú heldur. Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvuslig. Hon er egnað til størri børn og ung.
Rými er triðja bókin í røðini um unga dreingin Hvassa, sum ongan eigur uttan seg sjálvan. Hvassi flýggjar framvegis um somu tíð, sum hann roynir at finna lítlu Jaz, ið hann er vorðin góður við.
Í fjórðu bókini hitta vit aftur hvassa á ferð undan óvinum og fíggindum. Á ferðini hittir hann ikki bara fíggindar, men eisini fólk, ið vilja honum væl. Men hjá Hvassa er so øgiliga trupult at líta á nakran.
Søgan er fyrst og fremst um viðurskifti við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum ikki orkar sonin heilt, ein mamma, sum slær, og ein mamma, sum fyllir sonin við ótta, skomm og sakni.
Brandur býr saman við mammuni og Dann í einum húsvogni á einum kampingplássi. Ikki so langt haðani býr Teresa. Tá ið Dann fær trupulleikar av politiinum, ger hann av, at tey skulu flyta. Men tað hevur Brandur ikki hug til, so hann ger av at rýma.