Alvi og Jákup sparka. So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?
Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur. Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.
Ida og Uni lata lúkuna upp og lova Dís út úr búrinum. Babba, Dís er rýmd. Hon er vekk! rópar Ida.
Heri hevur eina leysa tonn, hann gleðir seg til at tannálvurin skal geva honum pengar aftur fyri tonnina. Men so etur Heri tonnina. Tá er tað gott, at mamman veit onkur góð ráð.
Sjúrður gleðir seg til dystin. Í dag sleppur hann at spæla í álopinum. Men so sær Sjúrður, at hann hevur gloymt fótbóltsskógvarnar heima ...
Øll í løgregluni handtaka skálkar. Uttan Gutti. Skammikrók, siga hini. Men í morgin . . . tá skal Gutti vísa teimum.
Tað er myrkt. Gutti hevur lisið um eina hvíta hond. Eina hvíta hond, sum sveimar í myrkrinum. So tekur ein hond í hann.
Í bókini eru tvær stuttligar søgur um Huldu, heimsins løgnastu heks, og frensin Brúsa. Í Sirkus Huldu ger Hulda sítt egna sirkus, tí hon vil vera yndisligur línudansari. Í Kapprenning fyri grýlur pyntar Hulda seg til eina kapprenning fyri grýluklødd, men tað gongur ikki heilt sum ætlað...
Ida er hjá ommuni, hon skal sova har. Tá ið omman hevur lisið søgu, leggur Ida seg at sova, men har eru so nógv óhugnalig ljóð í húsunum. Har er heilt vist ein úlvur í vegginum, sum ætlar at eta ommuna ...
Børnini fara út í kavan at spæla. Og hvat er meira natúrligt enn at fara undir at gera ein kavamann? Úrslitið verður so fínt, so fínt
Ein dagin hugsaði kongur: Nú tími eg ikki longur. Tað er so strævið at vera kongur. Ein stuttlig søga um ein kong, sum heldur vildi vera drongur.
Meðan øll børnini í barnagarðinum spæla við ymsar leikur, so situr Emil við einum fínum pakka í føvninginum. Hvat man vera í? Ja, lesið so fáa tit at síggja!
Leivur skal sova, men hann bæði sær og hoyrir líkt og ólíkt. Spøkilsi, tjóvar og vampýrar. Um morgunin kemur mamman og spyr, um Leivur hevur sovið væl? Man Leivur hava sovið væl?
Lisa og mamman eru á listasavni. Har er nógv list, sum Lisa heldur er stuttligt. Men Lisa er eisini svong, og tíbetur eru bananir á listasavninum ...
Livar og Sivar eru í Kanada. Har býr Eva í einari iglo. Ber tað til?