Eg sá ein eingil, v/ fløgu
Um Bergur visti, hvat hann fór at uppliva henda dagin, hevði hann helst borað høvdið undir aftur dýnuna og ikki komið upp, og tó ... har hendir ikki bara sovorðið keðiligt, men sanniliga eisini nakað ótrúliga undurfult. Eg sá ein eingil var sendur sum útvarpsleikur í 2010 og er nú gjørdur til spennandi søgu at lesa. Við í bókini er fløgan við øllum sangunum, sum hoyra til søguna.
Vættrarok
Her eru uppgávur, tekningar og mangt annað stuttligt ítriv.
Mín jólabók 2015
Jólabókin í ár er full av søgum og ítrivi, og sum altíð hava nógvir ymiskir myndprýðarar sett sín dám á bókina. Adventssøguna eigur Ingun Christensen. Hon eitur Sparijól og er um hesa ørskuna,sum vit verða fangað í um jóltíðir, at vit noyðast at keypa og keypa og keypa.Ein søga ella eitt ítriv er til hvønn dagin líka fram til jólaaftan.
Eitt jólaævintýr (14)
Scrooge er ein natin og óvinarligur maður. Hann heldur als ikki, at tað er neyðugt at hugsa um onnur. Men so fær hann vitjan av andum, sum vísa honum, hvussu menniskju liva. Og so broytir Scrooge hugsan. Hetta er klassiska jólaævintýrið hjá Dickens, sum Roberto Innocenti so meistarliga hevur myndprýtt.
Mín jólabók 2014
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøga. Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Mín jólabók 2013
Í bókini eru nógvar nýskrivaðar søgur, sum bæði royndir og óroyndir rithøvundar hava skrivað. Bókin er ein kalendarabók, har antin ber til at lesa eina søgu ella gera eitt ítriv til hvønn einstakan dag, somuleiðis er ein framhaldandi adventssøgu . Bókin er myndprýdd øll, sum hon er.
Mín Jólabók 2012
Góðar og nýskrivaðar søgur og yrkingar umframt spennandi ítriv at gera til jólar. Jólabókin er familjubók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur í tíðini upp undir jól.
Flúgv, jólaeingil, flúgv!
Kornelius hevur hug at reypa sær eitt sindur fyri jólaeinglinum Lukretiu.
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Mín jólabók 2011
Ítrivini er soleiðis, at tað helst ikki skal kosta ein harragarð at gera tey, og saman við øllum teimum nýskrivaðu søgunum er jólabókin í ár ein heildaruppliving sum kann gera bíðitíðina fram til jóla eina spennandi og hugnaliga tíð.
JólaStrok, fløga
Tað er okkara væl kenda Meyla, sum syngur. At hjálpa sær við tónleikinum hevur Meyla fingið fatur á teimum vælsvingandi Molunum. 9 løg eru á fløguni. Summir av sangunum eru væl kendir, onkur spildurnýggjur og aðrir eru týddur úr enskum.
Jólaeinglarnir
Stillisliga sveima teir niður til okkara at hjálpa har, ið á stendur. Ein eingil flýgur í kuldanum út í skógin við føði til dýrini. Ein eingil hjálpir jólamanninum at bera jólapakkarnar, og ein eingil flýgur við brævinum, sum ein genta var heldur sein at skriva jólamanninum. Einglarnir gera alt til reiðar, til Jesusbarnið kemur. Í bókini eru tíggju einglar, sum koma fram ein og ein, so hvørt sum tú blaðar.
Mín jólabók 2009
Mín jólabók við 24 ymsum søgun, yrkingum og ítrivum. Ítrivini snúgva seg í stóran mun um kavamenn, men smákøkur og jólavættrar sleppa sjálvandi eisini upp í part. Og so hava vit hugsa um fuglarnar hesaferð; hví ikki geva fuglunum mat, sum minnir um jól?
Mín jólabók 2008
Mín jólabók er full av stuttligum og hugnaligum jólasøgum. Allar søgurnar eru nýskrivaðar og vakurt myndprýddar.Jólabókin er eisini full av hugskotum um ymiskt, sum kann gerast til jóla, har er bæði at baka og binda, klippa og líma.Uppgávur eru eru eisini í bókini m.a. krossorð og sudoku.Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman – børn og vaksin – í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Mín jólabók 2007
So meðan vindurin blæsur um geilar og tún, og regnið dukar á vindeygað, so hugna vit okkum heima, bæði stór og smá. Lesa eina søgu, gera jólaprýði, klippa og klistra, baka smákøkur og njóta jólini. Alt hetta kann jólabókin brúkast til. Søgurnar í bókini, sum eru nýskrivaðar, hava allar okkurt við jól ella vetur at gera. Eisini hevur eitt kent, gamalt jólalag fingið føroyskan búna, og mínsann um ikki jólaeingilin, Lítli Gutti, er sloppin upp í part eisini.
Mín Jólabók 2006
Adventsøguna Skuggarnir á Skarvatanga hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu Reinert, Marjuna S. Kjelnæs, oddvør Johansen og Ellu Smith Clementsen. Nógv ítriv er í bókini, bæði at binda, mála, klippa jólaprýði og gera konfekt. Vakrar og stuttligar myndprýðingar eftir m.a. Kari Roarsdóttur og Janus á Húsagarði















