Atlas við drápuligum dinosaurum
Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.
Dinosaurar
Hvussu stórir vóru dinosaurarnir, og hvat ótu teir? Hvørjir dinosaurar vóru ræðandi, og hvørjir vóru fittir? Í hesi bókini fært tú svarini og nógv annað at vita um hesi hugtakandi djórini.
Dinosauravinir 1 - Eggið (19)
Tíðliga ein morgunin verður Rasmus Rex vaktur av besta vinmanninum Trygva Troodoni. Trygvi hevur stórtíðindi: Eggið hjá mammu hansara fer skjótt at klekja! Rasmus og Trygvi fara eftir sniðgøtuni ígjøgnum Mýriskógin fyri at náa at síggja tað. Men var tað nú so snilt? Í skóginum møta teir nøkrum nokk so óhugnaligum dinosaurum, og tá teir koma vegin fram, verða teir rættiliga bilsnir av tí, sum kemur úr egginum …
Dinosauravinir 2 - Svimjikappingin (20)
Rasmus Rex er á sandinum saman við allari familjuni og sínum besta vinmanni, Trygva. Rasmus dugir ikki so øgiliga væl at svimja, so tað er nokk so strævið, tá stóribeiggin, Regin, bjóðar Rasmusi og Trygva av í svimjikapping. Mamma Rex sigur, at eitt risastórt sjóskrímsl er í vatninum, og at teir ikki sleppa at svimja út til oynna. Hetta verður ein spennandi svimjikapping við nógvum nýggjum dinosauraupplivingum.
Dinosauravinir 5 - Bestu vinir (18)
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugna - liga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.





