Prumpipulvurið hjá Proktori dr
Ein flytibilur steðga uttan fyri grannahúsini Atu. Tað er Boksi, ið flytur inn. Hann er rættiliga sermerktur. Tá ið Boksi og Ata so hitta hin uppaftur meiri sermerkta grannan, Proktor doktara, byrjar ein skemtilig søga.
Lívið sum Rósa 1
Rósa droymir um at gerast verðinskend poppstjørna. Men hon spælir bara trombon í einum býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. So svíkir vinkonan Jessika hana.
Leitingin eftir skorpnaðum
Bókin er grundað á dagbók við frásøgn um ferðirnar hjá Ripley í tríatiárunum til fjarskotin støð um allan knøttin. Leitingin eftir skorpnaðum høvdum er sermerkt glitrandi bók full av lutum og lýsingum av einum løgnum og mangan óunniligum heimi.
Útskot
Í Útskoti er Torak foreldraleysur og einsamallur og flýggjar undan fólki, tí hann er dømdur at vera útskot. Øll hava rætt at taka hann av lívi, tí hann er vorðin yvirtikin av sálarátara, sum ger, at hann ikki kann vera saman við hinum.
Salmiakk og spøki
Salmiakk býr úti á bygd í Norðnesi og verður altíð happaður, kanska serliga tí at hann er komin úr býnum út á bygd at búgva. Tað ringasta er, at hann ongan vin eigur at spæla við, og hetta ynskir hann sær allarmest av øllum.
Stolni steinurin
Lítli kubbin Píl verður send út á eina vandamikla ferð saman við gákandi og braneggjaða rókinum Olla. Fylg Píl og Olla í royndunum at finna Friðarsteinin og bjarga vinum sínum úr avgrundardýpinum!
Fríkorter
Mari er forelskað í Mads. Men er hann í henni? Og hví er tað synd fyri Kunuk? Ein nútímans søga úr Grønlandi um kærleika, hjartasorg, skilnað og vinalag.
Mítt løgna lív
Søga eftir sámiskan rithøvund. Tað var frøi í allari ættini, tá ið eg var føddur. Soleiðis verður sagt frá, tá ið sonurin kemur í heimin, men sonurin ræðist reindjór, og hvat síðan verður, má man lesa um í hesari skemtiligu bókini.
Harry Potter 7
Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort.
Vampýrur
Cornelius van Helsing er vísur í at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
Anselmo
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva í Mosambik. Hon og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er um tann drúgva vegin aftur til frið.
Gott hugflog, Hugo
Fjórða bókin um Viktor Hugo Persson, sum býr í býnum Port Janua. Spennandi søgan fer fram í Altheubrekku í Gamla Býi, men eisini í Svørtuborg, har søgan fær eina óvæntaða snaring.
Sálarátari
Úlvurin, sum Torak kom fram á í fyrstu bókini, gjørdist úlvsbróðir hansara, og í hesari er hann rændur av óndum sálarátarum. Torak og Renn noyðast at seta lívið í vága fyri at bjarga úlvi, og tey koma nærri óndskapinum enn nakrantíð áður.
Hvítar blómur í Gulu ánni
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.
Ferðin við Morgunvallaranum
Lovisa og Edmundur og systkinabarnið Eustace standa og hyggja at einari mynd av einum skipi, og knappliga verður myndin livandi og ikki nóg mikið við tí, hon dregur tey trý børnini inn í seg, og tey enda umborð á Morgunvallaranum.
Teir villu fótbóltsjassarnir 3
Vanessa er ein genta, sum er púra bitin av fótbólti, og sum ætlar at gerast fyrsta kvinna á týska manslandsliðnum. Tað verður tú ikki bara soleiðis uttan víðari, tað kostar sveitta og tár. Spurningurin er so, um Vanessa hevur tað sum skal til… Hon fer at venja við villu fótbóltsjassunum, men teir eru ikki so glaðir um at ein genta skal vera á teirra liði. Men Vanessa vísir dirvi. Í einari týdningarmiklari kapping fær hon vent dystargongdini og skjýtur eitt frálíkt mál!















