Ein nátt í Betlehem (19)
Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógva seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað. Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein serlig nátt.
Kanningarbólkurin 4 - Kavafresaraduellin (70)
Teir stóru og óhugnaligu kavafresararnir hava noytt kavasópararnar niður av fjallatoppinum, har teir búgva. Ella og Felix mugu hjálpa teimum í stríðnum at sleppa heim aftur. Tað verður ísakalt og ræðuliga farligt, men Kanningarbólkurin veit akkurát, hvat skal gerast!
Vinur mín, sjórænarin (50)
Tá ið André missir bæði foreldrini í einari bilvanlukku, endar hjá abbabeiggja sínum. Hann hevur klaffa fyri eygað, alt ov nógv romm innanborða og lurtar bara, um tú kallan hann sjórænarin. Hvør tað er, sum í roynd og veru er tann ábyrgdarfulli av av teimum báðum, er ógreitt. Ein dagin verður sjórænarin sjúkur, og alt sær svart út. Í Trinidad býr bátsmaðurin, sum er besti vinurin hjá sjórænaranum, og tað sigst, at hann hevur lekjandi evnir. André og sjórænarin fara á sína lívs sjóferð.
Kanningarbólkurin 3 - Pappageykatyrlan (80)
Pappageykatyrlan er horvin, og Ella og Felix mugu stríðast ímóti teimum farligastu skapningunum í frumskóginum. Tíbetur hava tey spildurnýggjar, supersnildar uppfinningar við sær!
Hvalagongan (18)
Tá allir hvalirnir í havinum fara úr sínum heimi og gera landgongd, verða fólk ørkymlað. Skjótt deila øll svimjihyl, tokini eru øgiliga trong, og eingin fiskur er eftir á matstovunum. Inntil ein klók, lítil genta ger av at spyrja hvalirnar, hví teir hava gjørt landgongd og eru komnir í bygd og bý ... Ein sterk og hugvekjandi bók eftir kenda, australska Nick Bland, sum skrivar og myndprýðir barnabøkur.
Dinosauravinir 6 - Sjóskrímslið (18)
Dinosauravinir 5 - Bestu vinir (18)
Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugna - liga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.
Augusturin (17)
Augusturin er størsta partin av lívinum langt, langt niðri í tí myrka havinum. Tí vita vit ikki so nógv um tann loyndarfulla hvalin, men tað, sum vit veruliga vita, er ørandi! Visti tú til dømis, at augusturin er tað størsta ránsdjórið, sum nakrantíð hevur verið til? Hann hevur heimsins størstu tenn og heimsins størsta heila. Hjartað vigar fleiri hundrað kilo. Augusturin er førur fyri at halda ondini og vera undir í meira enn ein tíma...
Hvør uppfann hetta?
Hvør uppfann bilin, ljósperuna ella kovboybuksurnar, sum tú ert í? Einki, sum er rundan um teg, kemur úr ongum. Evnaríkir uppfinnarar, vísindafólk og verkfrøðingar hava uppfunnið tað! Hvør uppfann hetta? vísir, hvussu fólk fyri langari tíð síðani slóðaðu fyri øllum tí, sum vit brúka í dag í modernaðari tøkni, mentan og læknavísindum.
Georg er horvin
Georg er kettan hjá mær. Men nú er Georg horvin. Hví kemur hann ikki heim? Vakra myndabókin egnar seg væl til eitt prát við børn um deyðan.
Elvin Griff Agentur 4 - Flýggjanin til bakgøturnar
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey koma til ein bý, har karneval er, og grýluklæddir agentar eru eftir teimum. Men hvør er gentan, sum vísir seg í fólkamongdini, og biður tey koma við sær? Elvin og Lýdia noyðast at berjast ímóti vandamiklum fíggindum við hokkistavum, finna ein lykil áðrenn tíðarfreistina og at koyra sportbil. Og hvat er tað í veruleikanum, Umhvørvispakkið hevur gjørt?
Elvin Griff Agentur 3 - Flýggjanin til sirkusið (60)
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tey sleppa undan agentunum, sum sperra vegin, og rýma við lastbilinum hjá einum ektaðum sirkusstjóra. Hvat er betri enn at goyma seg millum ferðandi sirkusfólk og ævintýrarar? Tað vísir seg skjótt, at í sirkusinum eru stór loyndarmál. Kunnu Elvin og Lýdia avdúka alt, uttan sjálv at verða avdúkað?
Malla bjargar Amazonas (30)
Malla er sjúk. So sjúk, at hon einki orkar. Kloddi vitjar Mallu hvønn dag, men ein dagin kemur hann ikki. Hvat er hent? Úti í garðinum, uppi í kastanjutrænum hjá Mallu, situr Kloddi við einari aðrari gentu. Og í tíðindunum brennur Amazonregnskógurin . Malla hevur ikki tíð at vera sjúk longur!
Kanningarbólkurin 2 - Skjaldbøkukanónin (80)
Ella og Felix eru farin í oyðimørkina at kanna, hví tað regnar við skjaldbøkum. Skjótt finna tey út av, at tað eru teir óndu piratfiskasjórænararnir, sum standa fyri álopinum. Fara tey at klára at vinna á piratfiskasjórænaraherovastanum og steðga skjaldbøkuregninum?
Kanningarbólkurin 1 - Skúmfidusmaskinan (80)
Ella og Felix fara avstað við luftskipinum fyri at finna út av, hvat er galið við skúmfidusmaskinuni. Á vegnum møta tey óhugnaligum sjórænarum, løgnum robottum og ótrúligum uppfinningum. Bobbie Peers er ein av best umtóktu rithøvundunum í Noregi. Hendan stuttliga og spennandi røðin er til ungar lesarar. Sandra Steffensen hevur myndprýtt.
Nógv tann elsti nakrantíð (30)
Ein dagin verður alt lívið hjá Eyð vent á høvdið. Mamma og pápi fortelja henni góð tíðindi – sum hon ikki verður glað fyri. Samstundis viknar heilsan hjá Ragnari, 97 ára gamla besta vini hennara og floksfelaga. So fær Eyð eitt gott hugskot. Eftir eitt sindur av samráðingum klárar hon at sannføra Ragnar um hugskotið. Saman við vinunum fara tey á eitt stuttligt, hættisligt og spennandi ævintýr! Eyð lærir, at tað ofta er stutt millum sorg og gleði.















