Songartíð - Mín fyrsti Fívil (20)
Fívil skal í song, men fyrst má hann hjálpa lítla fílinum at finna bamsuna, sum er horvin. Mín fyrsti Fívil songartíð er ein fitt, sniðskorin pappbók til tey minstu børnini.
Mumisa 1,2,3 (30)
Tel úr 1 upp í 10 við hesi flottu faldibókini. Hetta er ein frálík teljibók við mótsetingslitum og nógvum mynstrum og skapum.
Krákus sigur Bíða! (44)
– Hey, Krákus, skulu vit fara at súkkla? – BÍÐA, Mamma Mu! Havi ikki tíð. Eg má líma.
Lítla kráka samlar (40)
Krákur samla og draga heim í reiðrið. Men henda lítla krákan fær ikki afturhald, so brátt verður næstan ikki pláss fyri henni sjálvari í reiðrinum – og als ikki pláss til vinir.
Voffurin verður bangin (40)
Skuggar, fremmand, tora og snarljós! Onkuntíð verður voffurin bangin. Ikki vera bangin, voffur. Lítlabarnið er her.
Fyrstu hundrað orðini (20)
Í bókini eru nógv væl kend fyribrigdi úr gerandisdegnum hjá barninum og nógvir lutir at tosa um. Til ber eisini at telja djór og seta saman djór og lutir. Og so kanst tú eisini leita eftir einari gulari dunnu á hvørjari mynd.
Tel við Mimbo Jimbo (58)
Mimbo Jimbo dugir at telja. Hann telur líka upp í tíggju. Tú kanst læra tølini saman við Mimbo Jimbo og øllum vinum hansara.
Jóna fer í býin (40)
Jóna og mamman skulu í býin at keypa skógvar. Hey bussur! sigur Jóna. Nógv fólk eru í býnum. Hey, hey, sigur Jóna. Í handlinum finnur Jóna nógvar vakrar skógvar. Men hvar er mamman farin? Har fer hon. Uttan Jónu!
Mín fyrsti dagur og nátt (36)
Lær barnið at tosa og menna orðfeingið við hesari stuttligu spæli- og myndabókini. Stimbrar førleikan hjá komandi lesarum. Mennir eygleiðingarevnini hjá barninum. Myndir geva barninum størri innlit í heimin.
Gigga etur breyðflís (44)
Gigga er farin at vitja ommu. Har býr hundurin Labbi. Gigga fær eina breyðflís. Labbi vil eisini hava! Ein fitt pappbók um at deila.
Gigga sparkar bólt
Gigga og mamma vitja ommu. Men so fer mamma avstað. Gigga tímir ikki at reiggja ella lesa bók. Hon vil bara hava mammu. Men so kemur Labbi við bóltinum. Hann vil spæla.
Mumisa orð (30)
Ein sera vøkur faldibók til tey smæstu børnini at hyggja at, meðan tey liggja á búkinum. Í bókini eru vakrir litir og einføld orð.
Álvur Ákason, sniðskorin (30)
Álvur Ákason er ein kendur og høgt elskaður vinur úr bókaverðini. Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv, vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar.
Pippi Langsokkur - sniðskorin (30)
Pippi fyllir 75 ár í 2020! Tað hátíðarhalda vit við at geva teimum yngstu lesarunum hesa fittu, sniðskornu pappbókina um heimsins sterkastu gentu. Í bókini heilsa vit upp á Pippi, Villingavál, apuna Nilla og fleiri aðrar kendar vinir.
Fitta kiskan (20)
Lítla barnið sær eina kisku. Sum hon er fitt! Kiskan ger so nógv stuttligt og er so sera mjúk.
Gronuta mariuhønan (24)
Gronuta mariuhønan er altíð í ringum lag. Henni dámar ikki at siga takk fyri ella Kann eg fáa, hennidámar heldur ikki at geva nøkrum nakað, og hon heldur, at hon er betri og størri enn hini. Í søguni um Gronutu mariuhønuna lærir barnið um tíð, støddir, skap og siðir. Ver við á ferðini, tá ið marihønan møtir dýrum, sum eru størri og vandamiklari enn hon.















