Skúlabyrjan. Enskt – mín fyrsta uppgávubók (35)
At læra eitt nýtt mál er bæði stuttligt og spennandi - serliga, tá ið tú hevur spøl og uppgávur! Í bókini lærir tú nógv nýggj ensk orð, sum snúgva seg um bókstavaraðið, tøl, litir, djór, klæði, kroppin, skúlastovuna og nógv annað. Við stuttligum uppgávum, klistrimerkjum og enskum sangspølum fært tú eitt størri enskt orðfeingi - og dugir skjótt framúrskarandi væl at málbera teg á enskum!
Skúlabyrjan. Lær bókstavaraðið við prikkamyndum (35)
Lær bókstavaraðið við prikkamyndum er ein bók við spennandi prikkauppgávum, har barnið á ein stuttligan og undirhaldandi hátt kann: læra bókstavirnar frá A til OY venja fínrørslulagið venja logiska sansin Fylg prikkunum í rættari raðfylgju. Prikkarnir standa í raðfylgju frá A til Oy. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú hyggja at stavraðnum, sum stendur ovast og niðast á øllum síðunum. Tá ið tekningarnar eru lidnar, kanst tú lita tær við vøkrum litum! Stuttleika tær nú!
Skúlabyrjan. Eg læri um ferðslu (35)
Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið 5 upp í 8 ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.
Heini fær vitjan
Heini býr á einum vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Heini er ógvuliga góður við Svein, sum er ein stórur, glaður grísur. Best dámar Heina at eta og gera mat. Ein dagin kemur Kári at vitja. Heini gleðir seg og ger eina rúgvu av góðum mati, sum teir skulu eta. Men Kári er ikki serliga fittur. Og so kemur alt ov seint....
Heini endar í bardaga
Heini býr á vøkrum, gomlum garði. Garðurin er langt burtur frá øðrum gørðum. Heini hevur ein stóran, glaðan grís, sum eitur Sveinur, sum hann er góður við. Best dámar Heina at eta. So skjótt okkurt er, sum er keðiligt, so fær Heini sær okkurt at eta. Ein dagin er ein nýggjur drongur í flokkinum. Hann eitur Kári. Hann tekur allan matpakkan frá Heina, og so verður Heini svakur.
Heykur fer at ferðast
Eg eiti Lea, og eg havi ein hvølp, sum eitur Heykur. Vit eru bestu vinir. Vit hava summarfrí og fara at ferðast. Heykur sleppur sjálvandi við. Tað er nógv at hugsa um, tá iå tú ferðast við hundi.
Robinson Kruso
Tá iå Robinson Kruso endar púra einsamallur á eini oydnari oyggj eftir skipbrot, væntar hann ikki at verða har í fimmogtretivu ár! Hetta er ótrúliga søgan um, hvussu hann kom undan við lívinum.
Eldávaringin
Eldávaringin í skúlanum fer í gongd fleiri ferðir, men eingin eldur er. Hetta er eitt mál fyri skúladetektivarnar, halda børnini.
Inni í djórum - Hvalir og onnur súgdjór
Hvat er inni í djórum? Hvussu stór er sodningarleiðin hjá gorillu? Hvussu ger kúgvin mjólk? Hvussu leingi liggur fílaungin í móðurlívi? Hvussu nógv vigar ein royður? Hvussu leingi býr kenguguungin í posanum hjá mammu síni? í hesi bókini sleppur lesarin inn í fimm STÒR djór.
Í havsneyð
Havið kann vera eitt tað vandamiklasta staðið at vera. Tó hava søgur altíð verið um skip og manningar, sum eru komin frá skipbrotum, álopum og uppreistrum við lívinum. Og summi hava valt at bjóða sær sjálvum av og fara um ovurstóra havið einsamøll í báti. ì hesi bókini kanst tú lesa um nøkur av teimum kendastu fólkunum, og hvussu tey komu undan á lívi. Hetta eru søgur um fólk, sum í sera truplum og vandamiklum støðum hava víst ótrúligt dirvi, treysti og framúr góðan sjómanskap.
Otrar
Hvussu nógv sløg av otrum eru? Hvussu fiska otrar? Hvar sova otrar? ì hesi bókini fært tú svarini og nógv annað áhugavert at vita um lívið hjá otrum.
Matur - okkara virðismikla tilfeingi
Matvørðuframleiðsla hevur stóra ávirkan á umhvørvið, og eisini á veðurlagsbroyringar. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvar maturin, vit eta í Føroyum, kemur frá, hvat vit gera við matin heima, og hvat vit sjálv kunnu gera fyri at minka um matoyðsl heima hjá okkum sjálvum.
Prumpitrøll
Hákun er bangin fyri øllum møguligum. Mest av øllum er hann bangin fyri at prumpa. Serliga um onkur hoyrir hann. Tá ið tað knappliga fer at buldra og braka í skúlastovuni og veitsluni, halda øll, at tað er Hákun sum hevur prumpa. Hvat skal hann gera?
Út í rúmdina
Hugsa tær, at fólk hava verið á mánanum? Alva droymir eisini um at fara út í rúmdina. Men noyðist hon at bíða, til hon verður stór?
Deyð jørð: 1 - Ferðin til Sikso
Jørðin doyði fyri tíggju árum síðan. Neo og Niria eru uppvaksin í einari rakett í rúmdini. Mamma og pápi teirra fóru avstað fyri fleiri árum síðan. Tey skuldu byggja eina støð á einari aðrari gongustjørnu. Nú eru Neo og Niria á veg til støðina. Men fara tey at finna mammuna og pápan?
Stóribeiggi
Hugsa tær at hava ein stórabeiggja? Ein, sum altíð tímit at sparka saman við tær. Men eru allir stórubeiggjar soleiðis? Og hvat við teimum, sum bara hava strævnar lítlusystrar?















