Mia og Lias leita og leita. Ein fitt søga, sum er løtt at lesa. Nógvar stuttligar myndir.
Elin elskar Búa. Hann er nýggjur í flokkinum og hevur brúnt hár og gongur í kulum klæðum. Hann hevur sagt, at hann ætlar at mussa tríggjar gentur týsdagin í vaskirúminum. Tey hava kastað lut, og Lisa og Maria og Elin vunnu. Elin stúrir.
Er frøkun Ignora lítið fegin um, at mamman er komin undan kavi aftur, verður hon ikki glaðari, tá ið systir hennara eisini kemur á gátt. Tí systirin krevur at fáa meiri upp á talerkin enn Ignora, og so tekur hon eisini so nógv pláss.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær knappliga ein dagin vitjan av mammu síni, sum hvarv, tá ið Ignora var lítil genta. Hóast Ignora er ill við mammu sína, lovar hon henni inn, men alt er ikki gaman.
Lilla krabbi. Sakarias er á veg í skúla. Hann hoppar á flisunum á gongubreytini. Tí um tú traðkar á strikurnar millum flisarnar, kann tað hava óeydnu við sær, hugsar Sakarias.
Stóru beiggjarnir klípa onkuntíð Sakarias í kjálkan og rópa: Smílikullurnar á Unu mostur! Tú líkist einari gentu, Sakarias! Sakarias hyggur í speglið. Hann heldur, at hann líkist mest sær sjálvum. Og hann er væl nøgdur við at eita Sakarias.
Jóna hevur altíð ynskt sær eina kettu. Ein dagin situr ein tjúkk, reyð ketta á trappuni hjá Jónu og teimum. Hon er svong og vil hava at eta, men tað kann hon ikki fáa, tí um hálsin hevur hon eitt hálsband, og á tí stendur: Ikki geva mær at eta.
Nora og mamman hava tað gott. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Besta Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana.
Anna er nýggja gentan. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla vit teskispæl og vilja hava Onnu við. Anna teskar: Pápi mín slær meg. Hvussu kann eg hjálpa Onnu? Viðkomandi søga um at fáa nakað at vita av óvart, sum ein gjarna vil gera nakað við.
Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað og stuttligt.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur eina góða vinkonu, sum eitur Nina. Men tá ið Nina fer at syngja, verður Ignora illa við og krógvar seg. Allur skúlin fer at leita eftir henni. Tá ið hon verður funnin, argar ein stórur drongur hana .
Frøkun Ignora eksploderar onkuntíð, tá ið tað ikki gongur henni eftir vild. Hóast hon ikki kann lata vera, er hon kedd av, at tað er so. Fiskaseljarin sigur henni, at trupulleikin við at eksplodera í høvdið á fólki, er, at tú fært skøvur í hjartað.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, og Gunnar, besti vinmaður hennara, ætla at seta sín dám á heimin. Tí fara tey ein túr í Klandursvík at royna at seta sín dám á. Men tað gongur ikki sum Ignora ætlar.
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær ein dagin ein seðil í skúlanum frá Gunnari. Á seðilinum stendur: Tú ert fitt. Knappliga er Ignora forelskað. Men hvat gert tú, tá ið tú ert forelskað?
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur ein góðan vin, sum er fiskaseljari. Hann tekur sær væl av Ignoru. Men kortini saknar hon pápan, sum er deyður í ferðsluvanlukku, sum hon plagdi at siga søgur.
Blinkstra, blunka, venda og snara er eitt nú um djór, sum duga at flyta oyruni og veittra við teimum.