Hvat er loyndarmálið við Bermudatríhyrninginum? Hvussu bar tað til, at Frælsisgudinnan hvarv? Hvat gjørdi gandakallurin Jasper Maskelyne fyri at lumpa nasistarnar? Í hesari bókini eru átjan gátuførar søgur úr veruleikanum. Tær eru sagdar sum gátur, so vita, um tú klárar at loysa tær. Les, hygg og gita.
Í bókini eru spennandi søgur frá veruleikanum. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. (Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.
Í hesi bókini eru 21 spennandi detektivsøgur. Allar eru frá veruleikanum, men tær vrða fortaldar sum gátur. Loysnirnar til gáturnar finnur tú í tekstinum ella á myndunum. Les, hygg og lurta. Góða eydnu!
Søgurnar í bókini eru frá veruleikanum og snúgva seg um ótrúligar uppfinningar. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. (Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.)
Æsa er júst farin upp. Hon fær sær morgunmat sjálv, smyr matpakkan sjálv, vekir mammu sína við at rópa: Hallóóóóóóóóóóóóóóó! Men mamma Æsu hoyrir hana ikki. Tað er yvirhøvur eingin, sum nakrantíð hoyrir tað, sum Æsa hevur at siga. Ongantíð.
Bláur krabbi. Enja er flýggjað úr bygdini og kemur til eina tjaldlegu. Har fær hon hjálp frá einum gomlum manni. Í leguni hittir hon tann unga drongin Kai, og saman fara tey at framføra á marknaðinum fyri at fáa pengar.
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrossinum!
Alvi venur eina fintu. Hon er sera flott. Men fintan er ring. Tí bólturin er stórur. - og rundur
Alvi og Jákup sparka. So skorar Alvi. Sjálvmál. Hvør hevur vunnið? Alvi ella Jákup?
Alvi og Jákup sparka. So kemur ein hundur. Hann rennur av stað við bóltinum. Hundurin skorar mál. Nógv mál.
Alvi skjýtur. Jákup er í mál. So komi Fríði og Suffía. Tey vilja spæla við. Man Suffía duga at sparka?
Tey bæði systkini varnast ta nýggu grannakonuna, og hon er eitt sindur løgin, og so líkist hon einum vampýri! Og so fer hugflogið av stað við børnunum ...
Tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og at skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt. Í hesi síðstu bókini eru, amorinir í luftini, tí skúlaveitsla er, og tað gleða øll seg til. Men so hendir nakað, sum fær øði í skúlastjóran …
Tað ger Bjørn ikki, men so hoyra tey eitt bank. Bjørn verður kløkkur. Er tað ein andi, sum bankar?Ein bók um at hava ótta fyri tí, tú ikki kennir.
Anna er súr og troytt av øllum. Serliga, tí hon skal í nýggja skúlan aftan á frítíðina. Hon saknar síni gomlu hús og bestu vinkonu sína, Áslu.