Plastruskið í sjónum (19)
Plastruskið í sjónum lýsir, hvussu havið, kovin hjá sjófugli, er um at gerast eitt ruskpláss. Tá iå granskarar kanna deyðar havhestar, sum verða skolaðir uppá land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis boðar fuglurin frá, at alt ov nógv plastrusk er í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestinum og hinum sjófuglunum, og runt um í verðini hava nógv fólk longu funnið upp á smartar uppfinningar og loysnir fyri at fáa ruskið burtur.
Viðarlundir í Føroyum (50)
Ætlanin við bókini er at vekja áhuga fyri trævøkstri og at vísa á, at tað eru ikki so fáar viðarlundir í landinum, og at tað ber til at planta fleiri trø. Myndir eru av øllum tólv viðarlundunum, umframt av ymsum vøkstrum sum vaksa í viðarlundunum. Tað er væl hugsandi at foreldur, lærarar og námsfrøðingar kunnu fara útferðir í viðarlundum og hava bókina við, hvør veit, kanska onkur kemur fram á eina plantu, sum stendur umrødd í bókini. Ella at alskur til náttúruna økist millum stór og smá.
Ferðafuglur
Um atburð fuglanna undir flyting, og um hvussu stóran týdning umhvørvið hevur fyri henda partin av náttúru okkara. Evni, ið verða viðgjørd eru: Ferðir og vetrarvist hjá fugli. Hon er ætlað øllum, sum hava áhuga fyri og undrast á, hvar fuglur okkara fer og hvørja leið, hann flýgur ta longu ferðina í millum summar- og vetrarvist.


