, , , , , ,

Surr

Upprunaføroysk bók: Dánial Hoydal hevur skrivað, og Annika Øyrabø hevur myndprýtt.



Hon kennir seg øðrvísi og hevur ilt við

at savna tankarnar í skúlanum og heima.

Teir surra sum vespur. Men hon dugir

at tekna sum ongin annar. Tá hon teknar,

gerast vespurnar til firvaldar.

 


179,00 kr. 225,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kann eg sita í miðjuni?

„Kom, vit fara at lesa eina bók!“ rópar barnið

og skjótt sita øll í sofuni:

sebran, kettan, barnið, hamstrarin og leyvan.

Nú kunnu vit byrja.

„Bíða!“ gneggjar sebran. „Storkurin manglar!“

Har kemur hann.

Soleiðis, nú kunnu vit byrja – ella kunnu vit?

 

Ein stuttlig og rokalig søga um løtuna, tá vit lesa saman.

115,00 kr. 145,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Heimalambið Nella

Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta.

Les stuttligu søguna um Nellu, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt.

180,00 kr. 225,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fantus nú roksar tú, fílur

Tað er nógv stuttligari at busta føtur enn at busta tenn. Skógvarnir rigga nógv betur á hondunum – og skal blæan altíð vera á rumpuni? Hygg undir klaffarnar og síggj, hvussu Fílur roksar allan dagin.

Ein stuttlig peikibók við stórum klaffum á øllum síðum!

99,00 kr. 125,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Dinosauravinir 5 - Bestu vinir (18)

Trygvi vakir altíð Rasmus. Men ein morgunin kemur Trygvi ikki. Hvat er hent? Rasmus noyðist at fara einsamallur inn í tann óhugna - liga mýriskógin at leita eftir sínum besta vini. Og tað verður ikki júst frægari av tí, sum Babba Rex fortelur honum: at onkur hevur sæð ein løgnan og óhugnaligan flogdinosaur í skóginum.

160,00 kr. 178,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Djór á bønum (24)

Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum. Til allar lítlar djóravinir!

150,00 kr. 168,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Strikurnar (23)

Abbi er deyður, og knappliga eri eg umgirdur av strikum: millum flísarnar í túninum, á gáttunum undir hurðunum, í loftinum uppi yvir songini. Allastaðni. Hví eru knappliga strikur allastaðni?

149,00 kr. 169,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Skúlabyrjan-Stavraðið

Her sleppur barnið at rokna, skriva, loysa uppgávur og tekna myndir. Eftir hvørja lokna uppgávu er eitt klistirmerki at seta í ein kassa, og sjálvandi fær barnið eitt prógv, tá allar uppgávur eru loystar. Læring skal vera stuttlig og ikki ein plága. Og hesi heftini eru gjørd júst við tí fyri eyga.

48,30 kr. 69,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Skrímslahæddir (36)

Lítla skrímsl ræðist hæddir. Men tað er sjálvandi ikki nakað, mann sigur fyri øðrum og slett ikki Stóra Skrímsli, ið torir at klintra øgiliga høgt. Í staðin reypar mann sær og sigur seg tora alt møguligt.

84,00 kr. 120,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Fyrstu túsund orðini

Hetta er ein stuttlig prátibók til smábørn, sum júst eru byrjað at tosa, ein spennandi myndabók til børn, sum ikki duga at lesa og ein mennandi bók til børn, sum fara at læra seg at skriva.

136,50 kr. 195,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Klintrimús, bókin

Øll kenna søguna um Piparkøkusangin, og um hvussu eitt mistak gjørdist bjargingin undan einum tjóvskum revi, og boðskapurin um, hvussu djór eiga at liva saman í skóginum í sátt og semju.

112,00 kr. 160,00 kr.
Legg í kurv