Ævintýr 1
Í hesi bók eru 8 ævintýr: Dávur neytadrongur Risin, ið krógvaði hjarta Rósalítla Skógmaðurin Deknurin og gandakallurin Køtturin Fylgismaðurin Sigursteinurin
Ævintýr 5
Í hesi bókini eru 4 ævintýr, tey eru: Tann kvennræddi kongasonurin Lindormur prinsur Andras veiðimaður Vakurleikin við slørinum
Ævintýr 6
Í hesi bók eru 6 ævintýr, tey eru: Drongurin og oksin Tríggir skillingar Tey fýra ynskini Mjávond kongadóttirin Jákup og Ku havamaðurin Strokasálin
Frumsagnir (16)
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum. Um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Litmynirnar gera sgnirnar spennandi og øðrvísi. hvør er hvør í gudalærunu stendur aftast í bókini.
Jason
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgnin um Jason, sum saman við Medeu stríddist fyri at finna gylta skinnið og seinni giftist við henni og fekk tvey børn.
Veiða vind, bók við QR kotu
Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Á bókini er ein QR kota, har Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið, og Føroya Symfoniorkestur við Bernharði Wilkinson sum orkesturleiðara spælir tónleikin, sum Kári Bæk hevur gjørt.





