Undir Tussafjøllum
Savn við søgum og sangum, sumt nýskrivað, men annað hevur verið á prenti áður í Míni jólabók, Følv og Glugganum. Tær eru um trøll og dýr, við menniskjansligum eginleikum. Tey hugsa og tosa eins og fólk. Hugflogið og skemtið í søgunum hevur ongar karmar. Søgurnar eru stuttligar at lesa – og hóska væl at lesa upp. Og eitt er púra vist. Afturkomin av ferð við tussunum undir Tussatindi, ert tú í góðum lag.
Rópandi Ravnur
Ravnurin er klókur fuglur, segði Hin Elsti í leguni við tey glaðu foreldrini. - Hann veit so nógv. Hann sær alt tað, sum menniskjan ikki sær. Tann, ið dugir ravnamál sær stundum inn í framtíðina. Og so góvu tey dronginum navnið Rópandi Ravnur.
Sóleygað horvið
Tá ið vit nærkaðust Háborgini, komu heykaflokkar í stórum tali ímóti okkum. Teir vóru so nógvir í tali, at luftin myrjnaði. Tíðliga ein morgun lupu teir á tey fremstu í flokkinum, komu brestandi niður móti okkum við øðiligari ferð. Og skrólini frá teimum, eg havi tey fyri oyrunum enn, so ræðuligt ljóðaði tað.
Gulleygað
Maj Darlin
Maj var vakrast genta, eg nakrantíð hevði sæð. Eg hugsaði næstan ikki um nakað annað. Tann dagin Maj byrjar í sama flokki sum Hasse og Harry broytist lív teirra fullkomiliga. Hon er mest saman við Hassa og øvundsjúkan er um at eta Harry upp. Seinni verðuur alt so syndarligt, tað summarið tá ið Maj enn hevði brek í hjartanum, og Elvis Presley sang ”Heartbreak Hotel”
Úlvur Lítli og Hin Einsamalli
Hann veit, at tey hvítu hava skyldina í, at fólk hansara er á Friðingarøkinum. Tey eru ikki frí longur - og kanska mugu tey verða verandi har. Hann veit eisini, at ikki er at geva seg undir... Ein indianarabók , ið dugir, og við nógvum myndum.
Eg - Olinka
Hin kensluborna, vakra og stuttliga Olinka roynir at fáa greiði á, hvør hon er. Hon er fimtan ár, og tað er ikki altíð lætt, tá ið tú skalt royna at verja teg ímóti vónsvikum og ringum royndum.
Barnarímur
Nýggj útgáva. 35 av kendastu sangum Hans Andriasar. Gakk tú tryggur, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín. Nótar til sangirnar eru prentaðir aftast.
Sadako vil liva
6.august 1945, klokkan eitt korter til nýggju. Uppi yvir býnum Hiroshima - ein bráðkveiktur glampi. Fyrsta kjarnorkubumban er brostin. Bókin lýsir á ein hugtakandi hátt henda grátiliga morgun. Smágentan Sadako er eitt av offrunum fyri fyrstu kjarnorkubumbuni. Men Sadako vil liva. Tá ið hon verður før fyri at evna til túsund tranar úr gullpappíri, fer hon at fáa heilsuna aftur. Túsund tranar.
Jason
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgnin um Jason, sum saman við Medeu stríddist fyri at finna gylta skinnið og seinni giftist við henni og fekk tvey børn.
Herakles
Ein hetjusøga úr Grikkalandi, sum hevur hugtikið fólk í fleiri ættarlið. Søgan er lættlisin, og dentur er lagdur á spennandi hendingar.
Fylkislæknin
Stuttsøgur eftir átta kendar høvundar - Ivan Turgenjev, Leo Tolstoj, Alexander Solsjenitsyn, Erskine Caldwell, Sigurd Hoel, Alphonse Daudet, Ivar Lo-Johansson og Jack London. Aftast í bókini eru frágreiðingar um høvundarnar.
Fríggjararnir
Stuttsøgur. Fríggjararnir, Átjan og Biltúrur á nátt, Frú Fortúna, Patriciari og plebejari, Summarfrí. Aftast er stutt frágreiðing um rithøvundarnar.
Víkingar rændu tey
Vit eru stødd í Írlandi í tíggjundu øld. Patrik og Sunnva spæla á bønum og skjóta við boga inni í loyndarfullu skógunum. Hetta var besta summarið, fólk visti at siga frá. Men so hendi tað. Fremmandir hermenn stevna á ræðandi drekum inn móti írsku strondini. Hermenninir tysja í land: teir brenna kleystrið, drepa nakrar munkar og ræna dýrgripir. Ræðslusligin flýggja fólk. Brádliga minnast Patrik og Sunniva lítla fylið, sum stendur í tjóðri á garðinum.
Útskotini
Søgan um útskotini er bæði harðrend og kensluborin og lýsir væl ein part av amerikanskum ungdómi. Um tey, sum eru øðrvísi. 14 ári gamli Ponyboy sigur frá um útskotini. Ein søga um vinalag og samanhald. Ein ógvuslig søga um samanbrestir við hini úr fína býarpartinum.
Úlvur Lítli og skuggin
Úlvur Lítli og Revaoyra fara av stað at stríðast móti skrímslinum í Stóru Ánni. Til tess at Sólin og Hin Hægsti skulu vera við teimum, mála teir heilag tekin í andlitið. Í fyrstani er hetta bert spæl - men so koma teir fram á eitt ræðuliga óhugnaligt skepilsi við svørtum kroppi, einum eyga og fimm beinum. Teir eru komnir nærri vandamikla heimi teirra hvítu, enn teir gruna - og har kann alt henda ...















