Hvør fjalir seg í postkassanum
Viktoriu hittir ein dagin ein pingelipong, sum býr í postkassanum á húsunum hjá Viktoriu og teimum. Knappliga hendir so nógv og av tí at pingelipongurin er ein sera lítil vera, fær rithøvundurin lýst heimin so, sum hann kann sýnast í barnahædd.
Fríkorter
Mari er forelskað í Mads. Men er hann í henni? Og hví er tað synd fyri Kunuk? Ein nútímans søga úr Grønlandi um kærleika, hjartasorg, skilnað og vinalag.
Mítt løgna lív
Søga eftir sámiskan rithøvund. Tað var frøi í allari ættini, tá ið eg var føddur. Soleiðis verður sagt frá, tá ið sonurin kemur í heimin, men sonurin ræðist reindjór, og hvat síðan verður, má man lesa um í hesari skemtiligu bókini.
Mánalýsi
Mánalýsi er ein nútímans krimisøga fyri børn. Hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum og er sera skemtilig og hevur ein óvæntaðan enda, soleiðis sum vanligt er í krimisøgum.
Harry Potter 7
Sjeynda og seinasta árið hjá Harry Potter á Hogwarts. Hann hevur nú fingið ta døpru, hættisligu og eftir øllum at døma ógjørligu uppgávu at skula finna og beina fyri seinasta horcruxunum hjá Voldemort.
Vampýrur
Cornelius van Helsing er vísur í at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har í bókini.
Víkingarnir koma
Hetta er ein bók, har søgur úr víkingatíð verða sagdar á ein heilt øðrvísi hátt. Í bókini eru púra garvillar søgur um hendingar, sum víkingar eru fyri á ferðum teirra runt um í heiminum, men tær eru allar grundaðar á veruligar søgurligar hendingar.
Anselmo
Í bókini fylgja við systkjunum Anselmo og Lucindu, sum verða rænd av geriljahermonnum, tá ið teir leypa á bygdina, har børnini búgva í Mosambik. Hon og lýsir tíðina, tá ið borgarakríggj herjaði har. Søgan er um tann drúgva vegin aftur til frið.
Gævi eg var eitt villini fár
Ein vakurt myndprýdd bók, sum er grundað á hugflog og ber uppá rím. Bókin, sum er væl egnað til tey smæstu børnini, er 20 bls og innbundin, og onnur hvør síða kann gerast til eina stóra mynd.
Svørðberin
Eftir vanlukkuna vaknar Leda - Svørðberin - í ókendum heimi, har hon noyðist undir eina stravna og hættisliga uppgávu. og samstundis liggur Signý í tungum svøvni á sjúkrahúsinum, og eingin veit, um hon nakrantíð vaknar aftur.
Gott hugflog, Hugo
Fjórða bókin um Viktor Hugo Persson, sum býr í býnum Port Janua. Spennandi søgan fer fram í Altheubrekku í Gamla Býi, men eisini í Svørtuborg, har søgan fær eina óvæntaða snaring.
Sálarátari
Úlvurin, sum Torak kom fram á í fyrstu bókini, gjørdist úlvsbróðir hansara, og í hesari er hann rændur av óndum sálarátarum. Torak og Renn noyðast at seta lívið í vága fyri at bjarga úlvi, og tey koma nærri óndskapinum enn nakrantíð áður.
Myrkaskrímsl (36)
Beinið
Beinið er ein stuttlig myndasøga um tveir hundar og eitt bein. Við myndum har ein lítil broyting í t.d. eygum ella ein rørsla við halanum ger, at vit fáa varhugan av, hvussu øvundsjúkur annar hundurin er inn á beinið hjá hinum!
13 í longsli
Ein skakandi og hjartanemandi søga um Astrið, sum eigur ein beiggja, sum hevur tikið lívið av sær.Astrid má stríðast fyri at fóta sær aftur og at fyrigeva. Skuldarkenslurnar gera tað tungt at liva víðari, men tað ber til.
Hvítar blómur í Gulu ánni
Lea er ættlædd úr Kina og býr í Týsklandi. Søgan er ein ferð aftur í upprunalandið og er samstundis ein ferð inn í sinnið, sum stríðist við spurningar um, hvør tú ert, og hvørt tú ert óynskt her á fold, ella um tú hevur onkran góðan.















