Sunnudagur
Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn.Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit at siga, at tað er tí, at tey ikki halda hann verða so fittan longur.
Gøtan hjá Gudmundi
Summarið hjá Gudmundi er farið, men enn er hann stúrin. Ikki fyri skúlanum, men fyri Róa í fjórða. ið lokkar Gudmund at seta eld á turra grasið í urtagarðinum hjá. Saman við Frímerkjamanninum verður Gudmundur so líðandi tryggari...
Loyndarmálið í Venezia - BFL
Dávur fer við familju sínari at ferðast til Venezia. Tey hitta eini løgin, gomul hjún, sum Dávur fer at forvitnast eftir. Hann fer aftaná teimum og hoyrir at tey tosa um málningin Svimjigenturnar á strondini hjá Picasso.
Sirkulin
Eina nátt, tá ið mánin á gátuføran hátt verður litaður reyður, verða seks ungar kvinnur førdar til eina oydna viðarlund. Tær vita ikki, hvussu tær eru komnar har. Men uttan hvørja aðra koma tær ikki undan við lívinum.
Nella Nefs og náttarskúlin
Spøkilsi Nella Nefs býr í einari toygoymslu á stóru Seymistovuni saman við nógvum ø(ð)rum spøkilsum. Tá Nella ein dagin ger nakað ræðuligt í skúlanum, má hon langa ferð til París at finna sannleikan og Fittu Fíu.
Flúgv, jólaeingil, flúgv!
Kornelius hevur hug at reypa sær eitt sindur fyri jólaeinglinum Lukretiu.
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Snjóhvíta
Ónda drotningin ætlar at drepa Snjóhvítu, men hon sleppur undan við lívinum og fer at búgva hjá sjey dvørgunum. Men drotningin roynir seg enn einaferð, og hesuferð eydnast.
Ótrúliga søgan um ta risastóru peruna (14)
Alt er sum vant í Føgruvík, til Mitcho og Sebastian ein dagin finna ein fløskupost. Er hann veruliga frá horvna borgarstjóranum? Og hvat hendir, tá tú sáar fræið, sum er í fløskupostinum?
Hungursleikirnir I
Fyrsta av trimum bókum um 16 ára gomlu Katniss, ið sleppur at berjast fyri lívinum í eindirleysu Hungursleikunum, har bara ein kann vinna...
Álvur við - styrki posanum
Álvur er vorðin 7 ára gamal, og greiðir pápanum frá, at hann er kongur í Eginlandinum. Ein kongur hevur stóra ábyrgd, tí hann má steðga kríggi og forða fyri vanlukkum.Men so vísir tað seg, at fólkið í Eginlandinum hevur tað ikki so gott...
Lyft klaffunum - Talbók
Stuttlig bók ið hjálpir smábørnum at menna talfatan við at samanbera og kenna tøl aftur. Nógv er at finna, seta navn á og tosa um við bókini, ið hevur yvir 80 klaffar at lyfta.
Gladiator drongurin 4. Uppreis
Decimus Rex er flýggjaður av arenuni saman við Olu, men nú verða teir fýra vinirnir brúktir sum agn fyri at fáa Decimus og Ola at koma aftur. Spurningurin er so, um Decimus og Olu megna at koma til Suvius tornið í nóg góðari tíð.
Gladiator drongurin 3 Trælirni
Decimus Rex og Olu rýmdu av Primus arenuni og harðræði Drin Hains, skuggatænara Slavius Dooms. Teir flýggja gjøgnum tunlarnar og koma sær umborð á eitt skip. Vanlukkutíð, so eru vinir teirra ikki so hepnir. 3 bókin um Decimus, gladiatordrong í Rom.
Molly Moon steðgar verðini
Sjálvstøðugt framhald av ''Ótrúliga hypnosubókin hjá Molly Moon''. Molly fer aftur til USA, tí hon frættir at Primo Cell brúkar hypnosu at fáa meira vald, og tað vil Molly ikki vita av!
Trøllavetur (35)
Mumitrøllið vaknar knappiliga, men ikki er stuttligt at vakna úr vetrardvala og ikki sovna aftur. Mumitrøllið er fyrsta mumitrøllið, sum nakrantíð hevur upplivað veturin, og í fyrstuni er hann øgiliga einsamallur í sovandi húsinum.















