, , , , , ,

Áh Óh

Ein dagin er knappliga eitt egg í holuni. Mamman og pápin eru so forlipt. Hvar er hetta eggið komið frá? Tað veit Lundapisan ikki. Hon veit heldur ikki, hví mamman og pápin eru so forlipt, og henni dámar hetta einki. Men ein dagin tímir Lundapisan ikki meir. Hon er ill og sparkar eggið. Tað fer rullandi úr holuni, oman eftir bakkanum og steðgar ikki fyrr enn heilt úti á eggini. ÁH ÓH! Hvat nú?

68,00 kr. 79,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Áh Óh - mánin!

Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!

68,00 kr. 79,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Álvur Ákason, sniðskorin (30)

Álvur Ákason er ein kendur og høgt elskaður vinur úr bókaverðini. Í hesi fittu, sniðskornu pappbókini kunnu tey yngstu børnini hitta Álv, vinir og familju hansara. Álvur smíðar, pápin lesur, Fía fastir bakar og rokast, og Virgar spælir við bilar.

66,00 kr. 75,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bang

BANG er ein myndabók, sum vísir eina hendingagongd bara við myndum og orðinum BANG. Ein long røð av djórum, sum koyra bil, renna inn í hvørt annað og BANG! Tað, sum er í bilinum: hønur, bøkur, klæðir, bildekk, grønmeti og mangt annað fer fúkandi í allar ættir. Hvørt BANG hevur sín lit, og bókin er ein litføgur og skemtilig myndabók við nógvum smálutum. Børn og vaksin kunnu saman seta orð á hendingagongdina. Ein stór, eydnusom vanlukka.

102,00 kr. 120,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Bókin um teg

Bókin um teg er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat - nær, hvar og hvussu - sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá førðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Í bókini er gott pláss at seta myndir inn. Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið.

200,00 kr. 249,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Bone

Two dogs have to deal with their jealousy in this wordless book. Suptle expressions and gestures speak volumes as we witness their growing envy. A twist on the last page, however, puts both dogs on the same side.

80,00 kr. 90,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Djór á bóndagarðinum (24)

Hvat siga øll djórini á bóndagarðinum? Nert við tey og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum. Til allar lítlar djóravinir!

150,00 kr. 160,00 kr.
Vís meira
, , , , ,

Djór á bønum (24)

Hvat siga djórini, sum ganga á bønum? Kín teimum og hoyr ljóðini. Við flottum myndum at nerta við og veruligum djóraljóðum. Til allar lítlar djóravinir!

150,00 kr. 168,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Eg bestemmi! (23)

Ingrid Olsson lýsir í Eg bestemmi! akkurát, hvussu tað er, tá mann sum barn verður noydd at spæla við onnur børn. Til dømis børnini hjá nýggja sjeikinum hjá mammu. Tá er ikki lætt at finna seg til rættis saman við øllum hinum. Men tíbetur kunnu óvæntað vinaløg spyrjast burturúr! Eg bestemmi! er ein fjálg og stuttlig gerandissøga við myndum eftir myndprýðaran Anete Melece.

135,00 kr. 149,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Eg elski teg, nert og føl (32)

Ein frálík bók til tey smáu børnini, sum vit elska! Kínið teimum bleytu bamsunum og mjúku kaninunum, ímeðan tit klemmast og lesa.

85,00 kr. 95,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Eg vil eisini!

Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!

170,00 kr. 185,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Fantus - Fílur og maskinurnar (42)

Kom við Fíli og síggj, hvat allar tær stóru maskinurnar gera – og hvussu vorðnar tær eru. Hvat ger tann stóri, REYÐI brandbilurin? Tann BLÁI traktorurin? Ella tann GULA gravkúgvin? Ein stuttlig og litrík bók úr sterkum pappi til tey allarminstu

75,00 kr. 90,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Fantus - Her er fílur (40)

FYLG FÍLI ÍGJØGNUM EIN HEILAN DAG, FRÁ MORGNI TIL MYRKURS! Ver við, tá Fílur vaknar, etur, spælir, fer í bað – og tá hann ballar seg um kvøldið, tá dagurin er liðugur. Í bókini er nógv ymiskt, sum børnini kenna aftur úr sínum egna gerandisdegi og sum er stuttligt at finna, peika á, seta orð á og tosa um. Ein stuttlig og lærurík peikibók við klaffum á øllum síðum. Kendur úr sendingini Smábørn í KVF

99,00 kr. 110,00 kr.
Legg í kurv