Bukkarnir Brúsi og jólamaðurin
Eg sá ein eingil, v/ fløgu
Um Bergur visti, hvat hann fór at uppliva henda dagin, hevði hann helst borað høvdið undir aftur dýnuna og ikki komið upp, og tó ... har hendir ikki bara sovorðið keðiligt, men sanniliga eisini nakað ótrúliga undurfult. Eg sá ein eingil var sendur sum útvarpsleikur í 2010 og er nú gjørdur til spennandi søgu at lesa. Við í bókini er fløgan við øllum sangunum, sum hoyra til søguna.
Ein jólaeingil vitjar
Tummas hvøkkur við, serliga tí at hann býr á aðru hædd. Hann heldur tað vera bæði ein tjóvur ella ein vampýrur, men so vísir tað seg at vera ein eingil, og hann grætur.
Ein nátt í Betlehem (19)
Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógva seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað. Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein serlig nátt.
Ein vættur fór at ferðast
Myndabók gjørd yvir yrkingina um vætturin, sum ferðaðist um allan heim, tí hann vildi hitta verðins størsta mann. Yrkingin, sum á donskum eitur: En lille nisse rejste, varð skrivað í 1845.
Eitt jólaævintýr (14)
Scrooge er ein natin og óvinarligur maður. Hann heldur als ikki, at tað er neyðugt at hugsa um onnur. Men so fær hann vitjan av andum, sum vísa honum, hvussu menniskju liva. Og so broytir Scrooge hugsan. Hetta er klassiska jólaævintýrið hjá Dickens, sum Roberto Innocenti so meistarliga hevur myndprýtt.
Flúgv, jólaeingil, flúgv!
Kornelius hevur hug at reypa sær eitt sindur fyri jólaeinglinum Lukretiu.
Gleðilig jól
Tað var 25. desember 1818, at sangurin varð sungin á fyrsta sinni í Oberdorf. Joseph Mohr prestur (1792-1848) skrivaði hann helst við einum latínskum teksti (Alma nox, tacita nox!) sum støði. Mohr dugdi væl at spæla uppá gittar og syngja, og hann var sjálvur við, tá ið sangurin fyrstu ferð varð sungin saman við orgulspælaranum og einum parti av børnunum í bygdini.
Hundurin
Hundurin er um Rúnar og pápan, sum eftir hjúnaskilnað leita til Kanariuoyggjarnar at halda jól. Á Kanariuoyggjunum hitta teir Marjuna og Nannu – og ein hvínandi og svangan hund, sum tey vilja hjálpa. Rúnar og Marjun kalla hann Ninja og ansa eftir honum. Tey vilja hava hann heim við sær. Men ber tað til?
Jól í Hogwarts
Jól við Astrid Lindgren - sjey fittar søgur
Kom í jólahýr við klassisku søgunum hjá Astrid Lindgren! Les um bommstavar, jólagávur og jólamat - eingin dugir so væl at lýsa jólini sum Astrid Lindgren. Sjey fittar søgur til alla familjuna at lesa saman - jól eftir jól.
Jólaeinglarnir
Stillisliga sveima teir niður til okkara at hjálpa har, ið á stendur. Ein eingil flýgur í kuldanum út í skógin við føði til dýrini. Ein eingil hjálpir jólamanninum at bera jólapakkarnar, og ein eingil flýgur við brævinum, sum ein genta var heldur sein at skriva jólamanninum. Einglarnir gera alt til reiðar, til Jesusbarnið kemur. Í bókini eru tíggju einglar, sum koma fram ein og ein, so hvørt sum tú blaðar.
Jólagávan hjá Monu
Mona veit, hvat hon skal gera, hon finnur bara eina kettu sjálv. Men tíverri gongur ikki alt, sum hon ætlar. Kettan hvørvir, men Mona hevur fingið eina súkklu í jólagávu, so hon kann bara fara at leita eftir kettuni við súkkluni.
Jólakalendari við smáum bókum, bláur
Aftan fyri hvørja lúku er ein klassisk søga, sum tú kanst lesa samna við øðrum, meðan spenningurin til jólini hækkar. Tá tann stóri dagurin kemur, hevur tú eitt lítið bókasavn, sum tú altíð kanst gleðast um.
Jólakalendari við smáum bókum, reyður
Aftan fyri hvørja lúku er ein klassisk søga, sum tú kanst lesa samna við øðrum, meðan spenningurin til jólini hækkar. Tá tann stóri dagurin kemur, hevur tú eitt lítið bókasavn, sum tú altíð kanst gleðast um.















