Kom heim, lítli hávur
Hjálp teimum smáu djórunum at finna heim í hesi vøkru bókini. Set fingurin á brikkin og flyt djórini ígjøgnum sjógvin.
Um lítlu moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær
Tá ið lítla moldvørpan ein dagin stakk høvdið upp úr moldini, datt okkurt beint í høvdið á henni... Nú kanst tú lesa um royndina hjá lítlu moldvørpuni at finna tann seka í hesi stuttligu útgávuni av klassisku myndabókini. Flyt myndina og síggj kukkarnar hjá teimum mistonktu djórunum koma bóltandi, ein fyri og annan eftir
Bókin um tann ótrúliga menniskjakroppin
Visti tú, at menniskja kroppurin er ein tann mest samansetti skapningurin í alheiminum? Her finnur tú eitt yvirlit yvir allar høvuðsskipanirnar í kroppinum, frá beinagrindini, vøddunum og húðini til hjartaæðraskipanina og immunverjuskipanina.
Høv og heimshøv
Hvussu nógvir fiskar liva í sjónum? Hvat er tað saltasta havið? Hví er alheimsupphitingin ein trupulleiki fyri høvini? Finn svarini upp á hesar og hundraðtals aðrar spurningar í hesi hugtakandi faktabókini. Finn ókeypis appina, sum ger djórini í Høv og Heimshøv livandi í 50 flottum filmsbrotum. Kom útí!
Atlas við drápuligum dinosaurum
Dinosaurar gerast bara meira og meira spennandi! Vísindafólk finna nýggj sløg hvørja viku. Møt teimum nýggju og hoyr tað nýggjasta um tínar gomlu yndisdinosaurar. Síggj, hvussu hesi risastóru djórini ráddu í hvørjum einasta króki av heiminum. Les eisini um, hví dinosaurarnir doyðu út.
Litbók - Sólja og Súla á sólferð
Lítla litbókin er til tín at skapa og prýða tína egnu søgu. Góða sólferð saman við Sólju og súlu kring heimin.
Sólja og Súla á sólferð
Sólja tímir ikki, at tað er myrkt. Hon vil, at tað altíð er dagur. Eitt kvøldið kemur ein súla til Sólju. Saman fara tær ein a sólferð.






