Undurfullir heilar (20)
Vit hava øll ein heila. Hann vísir okkara meiningar, persónsmensku, tað, sum okkum dámar og ikki. Tað finnast ikki tveir eins heilar í øllum heiminum! Vit skulu skilja munirnar í okkara heilum og fagna teimum. Hendan inkluderandi bókin leggur tann neurodiversa heimin fram fyri børnum og eggjar teimum til at fevna um allar undurfullar munir.
Dinosauravinir 7 - Loyndarmálið
Familjurnar hjá Rasmusi og Trygva fara at ferðast saman. Tey fara at vitja abba Trygva, sum er uppfinnari og býr í einum helli. Men hví er hann ikki inni, tá tey koma? Og hvørji eru loyndarmálini, sum goyma seg í hellinum?
Dinosauravinir 8 - Jólagávan
Abbi Troodonur hevur sent Trygva eina ordiliga stóra og loyndafulla jólagávu við verðsins besta yvirraskilsi í. Trupuleikin er bara, at bæði pakkin og postboðið, sum skuldikoma við honum, eru burtur! Finna Rasmus og Trygvi jólagávuna áðrenn jólaveitsluna? Og passar tað, at ein risastórur rovdinosaurur lúrir í mýriskóginum?
Elvin Griff agentur 6 - flýggjanin til undirsjóvart.
Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Tá ferjan nærkast landi, varnast tey agentarnar á keiini. Tað er ógjørligt at flýggja. Tey enda í kalda sjónum, og skrúvan á ferjuni fær tey at falla í óvit. Men so hendir okkurt púra óvæntað. Er tað veruliga nakar, sum býr undir sjónum? Ein býur á havsins botni? Hetta er bara ein av mongu ferðunum, Elvin og Lýdia verða tikin á bóli.
Elvin Griff agentur 5 - flýggjanin til háfjallið
Elvin og Lýdia leypa í ein vogn við rennistrongi fyri at sleppa undan agentunum, sum royna at fáa fatur í teimum. Tey flýggja niðan í eina fjallabygd ytst á tromini. Har ganga øll í hvítum skíðklæðum. Hvør erhesin keðiligi Napoleon, sum øll síggja upp til? Og eru øll børnini veruliga stongd inni?
Norð - gentan í dýpinum
Fantus - fílur pyntar jólatræ
Jólakalendari við smáum bókum, reyður
Aftan fyri hvørja lúku er ein klassisk søga, sum tú kanst lesa samna við øðrum, meðan spenningurin til jólini hækkar. Tá tann stóri dagurin kemur, hevur tú eitt lítið bókasavn, sum tú altíð kanst gleðast um.














