Nøtabrótarin - Pixi
Nøtabrótarin var fyrst ein søga, men í 1892 gjørdi russiska tónaskaldið Tchaikovsky hana til eina ballet. hon verður framførd um allan heim, serliga um jóltíðir.
Aladdin - Pixi
Aladdin er eitt ævintýr úr Miðeystri. Tað er úr einum kendum savni við søgum úr Miðeystri, sum eitur Túsund og ein nátt.
Álvarnir og skómakarin - Pixi
Brøðurnir Jacob og Wilhelm Grimm skrivaðu sum teir fyrstu Álvarnir og skómakarin niður. Grimm-brøðurnir, sum búðu í Týsklandi fyri á leið 200 árum síðani, elskaðu ævintýr. Teir savnaðu eisini nógv onnur, millum annað Øskufíu og Snjóhvítu.
Jákup og bønastongin - Pixi
Jákup og bønastongin er eitt enskt ævintýr. Elsta niðurskrivaða útgávan, vit vita um, er frá 1807. Men søgan er nógv eldri enn tað.
Keisarin og náttargalin - Pixi
Keisarin og náttargalin er grundað á eina søgu eftir Hans Christian Andersen. Hann búði í Danmark í 19. øld og skrivaði mong víðagitin ævintýr.















