Børnini í trænum, heft
Lena, Scott og Stoff hava bygt sær hús uppi í einum træi. Knappliga kemur grimdarregn og áarføri, og vatnið stendur langt upp á træið. Tey trý royna at bjarga sær tvørtur um ánna eftir einum træi, men fara rekandi oman eftir ánni ímóti einum fossi.
Vinur ella fíggindi? heft
2. heimsbardagi er. Tveir dreingir flyta úr London og koma at búgva á einum bóndagarði, langt burtur frá fólki og langt burtur frá kríggi, flogførum og bumbum. Men eitt kvøldið, meðan teir eru einsamallir við hús, dettur eitt týskt flogfar niður á heiðini aftan fyri garðin.
Dreymurin um fría lívið
Glasbúrið, heft
Nikolaj Nuffield er eitt undur barn, sum ferðast við foreldrunum víða um heim at spæla klaver við gitnum orkestrum og tónleikastjórum. Men tá foreldrini verða minslað í ferðsluvanlukka verður Nikolaj sendur út á bygd til ein skyldmann at vera.
Brúgvin
Jess er 10 ára gamal og trívist ikki heima. Men so flytir Leslie inn í grannahúsini, og hon er heilt øðrvísi enn aðrar gentir. Hon lærir hann at liva sítt egna lív.
Barn undir krígnum, innb.
Søgan fer fram undir 2. heimsbardaga og er um eina familju, sum býr á Tvøroyri. Børnini Lisa, Mia og Jákup uppliva nógv spennandi og óhugnaligt. Bretar herseta Føroyar, og børnini gerast vinir við hermannin Jack.
Antonia og Morgunstjørnan
Maðurin, sum leit á Kalifornia
Í teknirøðini er inngangur um John Colter og søguna á vesturlandinum í USA um 1804-05.
Buddy Longway Chinook
Teknirøð um Buddy Longway
Vinur mín, mánin
Ein myndasøga um ein lítlan drong, sum fer út at rógva eitt kvøldið og sær mánan. hann tekur mánan heim við sær at spæla við, og so ein dagin fer drongurin aftur út at rógva og sær sólina. So kunnu tit ætla, hvat hann so finnur uppá.
Tá ið sólin skuldi seljast
Søgan er um eina prinsessu sum skal giftast, men pápin skal velja hvørjum hon skal giftast við. Har koma tríggir hermenn, tveir verða sendir avstað aftur beinavegin, men tann triði nevndi sólina í sínari røðu, og tá blotnaði kongurin.
Tá ið eg var lítil
Í savninum eru sjey smáar søgur: Hygg sólin, mamma Haran við reyða hálsklútinum Eiturkopurin og flugan Lítli Mortan Mús Ein sólskinsdagur uppi í veitini Tann lítli vætturin Elin og dukkurnar
Tað vakrasta lagið
Ein kongur vil hava fatur á fuglinum, sum syngur so vakurt og ásannar, at tað er floytuna hjá fuglamanninum, hann hevur hoyrt.















