Sonur Mariu, maðurin
Í seinnu bókini hjá Cecil Bødker – úr Nýggja testamenti – er Jesus tilkomin maður. Hann arbeiðir á verkstaðnum hjá Jósefi, men hugur hansara stendur ikki til arbeiðið. Hann hevur fingið eitt kall, og hann er kallinum lýðin. Mariu dámar lítið, hon skilur hann iki. Yngsta dóttir Mariu skal skjótt giftast; men hon fer frá øllum at fylgjast við Jesusi. Hon lagar tað eisini soleiðis, at Maria er hjástødd seinastu ræðuligu stundirnar í Jesu forldarlívi.
Jóra og eg
Ein genta, sum er farin at arbeiða á bókasavni fer at leita í gomlum handritum og finnur eitt gamalt handrit um gentu á Suðurlandinum, sum í 1104 upplivdi Heklu goysa. Í søgunum gers nútíðargentan var við at kenslur eru tær somu, hóast tíðirnar eru broyttar: Jóra er lovað einkjumanni við børnum, men hon gerst góð við ungan drong.
Undir Tussafjøllum
Savn við søgum og sangum, sumt nýskrivað, men annað hevur verið á prenti áður í Míni jólabók, Følv og Glugganum. Tær eru um trøll og dýr, við menniskjansligum eginleikum. Tey hugsa og tosa eins og fólk. Hugflogið og skemtið í søgunum hevur ongar karmar. Søgurnar eru stuttligar at lesa – og hóska væl at lesa upp. Og eitt er púra vist. Afturkomin av ferð við tussunum undir Tussatindi, ert tú í góðum lag.
Rópandi Ravnur
Ravnurin er klókur fuglur, segði Hin Elsti í leguni við tey glaðu foreldrini. - Hann veit so nógv. Hann sær alt tað, sum menniskjan ikki sær. Tann, ið dugir ravnamál sær stundum inn í framtíðina. Og so góvu tey dronginum navnið Rópandi Ravnur.
Sóleygað horvið
Tá ið vit nærkaðust Háborgini, komu heykaflokkar í stórum tali ímóti okkum. Teir vóru so nógvir í tali, at luftin myrjnaði. Tíðliga ein morgun lupu teir á tey fremstu í flokkinum, komu brestandi niður móti okkum við øðiligari ferð. Og skrólini frá teimum, eg havi tey fyri oyrunum enn, so ræðuligt ljóðaði tað.
Gulleygað
Maj Darlin
Maj var vakrast genta, eg nakrantíð hevði sæð. Eg hugsaði næstan ikki um nakað annað. Tann dagin Maj byrjar í sama flokki sum Hasse og Harry broytist lív teirra fullkomiliga. Hon er mest saman við Hassa og øvundsjúkan er um at eta Harry upp. Seinni verðuur alt so syndarligt, tað summarið tá ið Maj enn hevði brek í hjartanum, og Elvis Presley sang ”Heartbreak Hotel”
Úlvur Lítli og Hin Einsamalli
Hann veit, at tey hvítu hava skyldina í, at fólk hansara er á Friðingarøkinum. Tey eru ikki frí longur - og kanska mugu tey verða verandi har. Hann veit eisini, at ikki er at geva seg undir... Ein indianarabók , ið dugir, og við nógvum myndum.
Eg - Olinka
Hin kensluborna, vakra og stuttliga Olinka roynir at fáa greiði á, hvør hon er. Hon er fimtan ár, og tað er ikki altíð lætt, tá ið tú skalt royna at verja teg ímóti vónsvikum og ringum royndum.
Ein vættur fór at ferðast
Myndabók gjørd yvir yrkingina um vætturin, sum ferðaðist um allan heim, tí hann vildi hitta verðins størsta mann. Yrkingin, sum á donskum eitur: En lille nisse rejste, varð skrivað í 1845.
Barnarímur
Nýggj útgáva. 35 av kendastu sangum Hans Andriasar. Gakk tú tryggur, Kongaríkið í Bábylon og Pápi mín. Nótar til sangirnar eru prentaðir aftast.
Framlop í fjarðskifti
Hvussu verður vorðið í heiminum í morgin? Seinastu árini er lívsháttur okkara broyttur í stórum, nógv meir enn nakran hevði grunað fyri hálvthundrað árum síðan. Í fjarskiftisheimi kunnu vit koma á tal við fólk hinumegin knøttin eftir ongari løtu, og tíðindi og upplýsingar um alt fleiri og fjølbroyttari evni fáa vit við at trýsta á ein knapp. Fyrimunirnir av fjarðskiftiskollveltingini fara at geva seg til sjóndar í nýggjum og forvitnisligum lívslag í árunum, sum koma.
Yrkjarin úr Selvík og vinir hansara
Fyrsta skaldsøguni hjá Jens Paula Heinesen, sum kom út fyrstu ferð í 1958. Hon er um skaldið Bjarna, sum droymir um vakurleika, men sum rennir seg ímóti tí keðiliga veruleikanum ferð eftir ferð.
Silvurfirvaldurin
Hvíta lynghønan (John Steinbeck), Ein vøkunátt (Mark Twain), Silvurfirvaldurin (Pearl S. Buck),Barnagildið (Graham Greene), Neytadrongurin (Mihail Sjolokov) Valstríð (Charles Dickens).
Minnisvarðin
Minnisvarðin (Carlo Monzoni), Hitt ósjónliga savnið (Stefan Zweig), Frúgvin Emily (William Faulkner), Søti skattur (Anton Tjekhov), Hummarin og leyvan (Ernest O´Ferral), Eitt mannabarn verður borið í heim (Maxim Gorki) Soleiðis fert tú ongantíð at vera (Ernest Hemingway).Aftast er stutt frágreiðing um rithøvundarnar.















