Søgu - alfrøðin (8)
Øll heimssøgan, frá byrjan til okkara dagar. Lýsir avgerandi tilburðir í heimssøguni, heimspart fyri heimspart, ár um ár. Í bókini eru 20 myndprýddar tíðartalvur, sum vísa, hvat var um somu tíð í øllum heimspørtunum. Fleiri enn 1500 litmyndir, sergjørdar myndir og kort gera søguna livandi. Eitt lið av søgufrøðingum úr ymsum londum hevur stuðlað høvundan. Sjálvstøðugt yvirlit yvir Føroya søgu eftir Kára Jespersen.
Frumsagnir (16)
Alheims sagnir og halgisøgur í orðum og myndum. Um gudarnar í Ásgarði, um Romulus og Remus, um riddararnar við runda borðið, um fílagudin, um kattagudinnuna, um ormin í fjøðurhami, um dreymatíðina og um mangt, mangt annað. Litmynirnar gera sgnirnar spennandi og øðrvísi. hvør er hvør í gudalærunu stendur aftast í bókini.
Heksirnar
Ein 7 ára gamal smádrongur, sum av tilvild er til staðar á einum heksaaðalfundi, verður umskapaður til eina mús. Men klóka omma hansara hjálpir honum at fáa í lag eina hevndarætlan, sum skal forkoma øllum heksum í heiminum.
Á motorsúkklu á nátt
Foreldur høvuðsdrongin eru rýmd og hava latið hann vera eftir hjá einum gubba, sum er ólukkudýr og bara drekkur. Drongurin veit at hann eigur ein stórabeiggja sum hvarv á motorsúkklu og ein dagin kemur beiggin aftur á eini stórari Harley Davidson.
Víki Víkingur
Víki víkingur er óføra stuttlig bók, sum hevur vunnið nógvar virðislønir, m.a. ársins besta barnabók í Týsklandi, tá ið hon varð givin út.
Skipið Zanzibar
Ein spennandi og hugtakandi bók, sum fer fram á Scillyoyggjum um aldaskiftið 1800. Vetrastormarnir fara illa við oynni, summarið er vánaligt og nógv húski ætla sær at rýma inn á meginlandið. Men so gevur ódnarstormurin oynni óvæntaðan fong.
Úti á leysum oyggjum
Hetta er søgan um eina viðkvæma gentu, ið veksur og búnast. Barnaárini eru ikki sorgleys og fáa brattan enda, tá ið hon varnast, at alt ikki er, sum tað eigur millum foreldrini. Hon skilir brádliga sumt, sum hevur pínt og órógvað, men sum hon ikki hevur dugað at setta orð á.
Ynskirossið
Malan ynskir sær so inniliga ein hest. Nú er hon níggju ár, og enn hevur hon ongan fingið. Ein dagin situr Malan undir einum træ, har ein geykur er ,og hon veit ,at ynskir tú tær okkurt ,tá ið ein geykur situr í trænum, so ganga ynskini út. Hon ynskir sær sjálvandi ein hest ,og í næstu løtu stendur ein stórur,fittur arbeiðshestur við vogni beint við træið. Malan hevði heldur viljað havt ein lítlan, gulan hest, men er glað hóast alt.
Og hanin gól
Pettson gamli eigur einar tíggju hønur í høsnahúsinum. Findus, fressurin hjá honum, plagar at beistast við tær. Hønurnar eru bestu vinit hjá Findusi - næst eftir Pettson, sjálvandi. Men ein dagin kemur Pettson við einum hana til hønurnar. - Hugg, vit hava fingið hana, káka tær. - Sum hann er prúður! Men Findus er ikki samdur. Hann heldur, at hann tekur sítt pláss hjá hønunum. Og so gelur hann alla tíðina...
Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo
Vinirnir Hugo, Ravnur og Tóa hava úr at gera. Tey skulu hjálpa Paol, sum hevur sína dagligu gongd á vertshúsinum Deyðu rottini. Paol hevur mist vinin, hundin Skjálm, og fyri at hann skal gloyma sorgina, mugu vinirnir finna honum okkurt at takast við.
Nøtabrótari
Um eina trædukku, sum børnini hjá læknanum Stálheim fáa í jólagávu. Tað kemur fram at Nøtabrótarin er ein gandaður prinsur, sum bara gentan, Maria, kan bjarga við kærleika sínum. Nøtabrótari gav tónaskaldinum Thaikovsky íblástur til at skriva ballettina Nøtabrótarin.
Leiðarljós
Isabella
Um eina gentu, sum hevur ovurviðkvæmi og astma. Við myndum og teksti verður sagt frá, hvussu Isabella, sum er 6 ára gomul, livir við hús, í barnagarði og á sjúkrahúsi. Bókin er lagað til føroysk viðurskifti í samráð við læknarnar Jón á Steig, Anniku Olsen og Astma- og allergifelagið.
Gorpur Krunkar
in spennandi, litrík, gátufull og stuttlig krimisøga. Bókin snýr seg um eina gentu, sum er ljós og vøkur, eina sexuta rokkstjørnu, ein svartklædddan mann, sum ikki fírir fyri at drepa, ein vinmann sum doyði - ella varð dripin.
Ljósini sloknað
Ein frágreiðing um at vera ung undir krígnum. Søgan sigur serliga frá lívinum hjá trimum vinkonum, og lagnum teirra, sum var sera ymisk. Í bókini eru 16 bls. við forvitnisligum myndum.
Útiløgukattar
Vikurnar gingu. Anna gekk í skúla og gjørdi skúlaarbeiði sum vant, men hon var ikki hin sama. Dagbókina nam hon ikki. Um kvøldið sat hon framman fyri útvarpstólinum og lurtaði eftir Radið Luxemburg. Anna hevði ongantíð áður hugsað um, at allir sangirnir vóru um kærleika ella mistan kærleika. Hon sat samankropin í stólinum við tárunum niður eftir kjálkunum og lurtaði eftir tí bleytu røddini í Cliff Richard: "Please give me one more chance, this is my first romance..."















