Heimsins fittastu
Hvat er heimsins fittasta djór? Ein kettlingur? Kanska ein oyðimarkarrevur ella ein japanskur dvørgaflogíkorni? Tað eru nógvir mátar at vera fittur. Finn títt yndisdjór!
Heimsins vandamestu
Hvat er heimsins vandamesta dýr? Ein krokodilla? Kanska eitt áarross ella ein hvíthávur? Heimurin er fullur í vandamiklum dýrum. Vita, hvat tú heldur vera mest ræðandi.
Deyð jørð: 2 - Manntóma støðan
Neo og Niria eru komin á rúmdarstøðina á Sikso. Tey vilja finna foreldrini, men rúmdarstøðin er manntóm. Eingin veit, hvar foreldur teirra eru. Tey fara út at leita eftir teimum. Men so renna tey seg í stóran vanda.... Deyð jørð er ein spennandi rúmdarrøð, sum er løtt at lesa. Hetta er onnur bókin í røðini.
Mín Jólabók 2022 (20)
Mín jólabók 2022 er eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Í bókini eru nógvar søgur, stuttligar yrkingar, flottar tekningar og øðrvísi ítriv at hugna sær við. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag fram til jólaaftan. Dámar tær stuttligar, spennandi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ársins útgávu.
Vanvarði -Tóra II (20)
Huldufólk eru at finna í íslendskum og føroyskum tjóðminnum. Tey eru yvirnatúrligar verur, sum liva í náttúruni. Tey síggja út og bera seg at sum menniskju, men liva í einum parallellum heimi. Tey hava evnini at gerast ósjónlig, tá tey hava hug. Vanvarði er onnur bók í røðini um Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon sjálv er í einum heimi, sum vísir henni eina síðu, sum Tóra ikki ánaði var til.
Sigrarin - Søgnin um eygnasteinin
Stríðið um eygnasteinin hevur ført Mirandu og Syrsu á Vesturlandið, um gróðrarmiklar, várligar akrar líka til drotningarbýin við teimum perluløgdu gøtunum. Har síggja tær fiskabúr, sum ikki hava sín líka, tær hitta eina, sum ger træskurðir og møta gomlum kenningum aftur, millum annað henni, sum tær óttast mest av øllum ̶ Iberis. Hvør er hon, og hvat ger hon í drotningarbýnum?
Omma til sølu (19)
Tað ringasta, sum Nita veit, er at vitja ommu. Hon er strong og ger løgnan mat. Kanska skuldi Nita bara selt hana?
Elvin Griff Agentur 2 - Flýggjanin til tað tóma húsið
Loyniligi agenturin Elvin Griff flýggjar saman við Lýdiu. Agentarnir, sum jagstra Elvin, kunnu koma hvar sum helst – og nær sum helst. Lýdia og Elvin finna eitt slitið og oyðið hús, har tey kunnu krógva seg um náttina. Men hvørji eru hasi ljóðini, sum koma úr kjallaranum? Elvin og Lýdia eru komin í ta vandamiklastu støðuna, tey nakrantíð hava upplivað. Tey mugu stríðast ímóti farligum brotsmonnum, og tey mugu gera tað uttan at avdúka, hvørji tey veruliga eru.
Elvin Griff Agentur 1 - Flýggjanin til heimsins enda
Elvin Griff er rýmdur frá einum loyniligum agentskúla, og nú er hann eftirlýstur. Tí má Elvin vekk. Langt vekk. Á vegnum møtir hann happarum, óndum vaksnum og Lýdiu, sum hevur síni egnu loyndarmál. Men eingin av teimum veit, at Elvin Griff hevur nakrar heilt serligar eginleikar.
Søgur um fløgg (43)
254 almenn fløgg eru til í heiminum, hóast londini eru færri í tali. Í hesi bókini eru myndir av øllum heimsins fløggum og savningar- og eyðkennismerkjum hjá nøkrum av kendastu felagsskapunum. Tú kanst lesa um, hvussu tey eru vorðin til, og hví tey síggja út, sum tey gera.
Sombigarðurin 3 - Blóð í grasinum
Eirr vandamikið sombivirus er byrjað. Milo er fangaður í djóragarðinum, har pápi hansara arbeiðir. Tjúkku múrarnir kring djóragaðrin halda sombiunum úti. Men ein dagin finna Milo og vinirnir spor av blóði. Er tað eitt sombi, sum er sloppið inn?
Bara til stuttleika - Vinir í fjórða
Kaia drálar framman fyri hurðina inn til nýggju floksstovuna. So turkar hon hendurnar upp í kovboybuksurnar. Tær eru sveittutar. Tær ristast eisini eitt sindur. Nær heldur hetta uppat? Hey, Blondi. Tú stendur fyri! Tað er Heri. Kaia hevur ilt í búkinum. Hon var eisini eyknevnd í gamla skúlanum. Tað var ikki stuttligt.
Vilt tú eiga kettlingin ?
Gunnar og Gunnvá finna eina eskju. Í eskjuni er ein kettlingur. Kettlingurin Frísi, og honum tørvar eitt nýtt heim. Kanska onkur í bygninginum, har tey búgva, vil hava ein kettling? Og kunnu ein ormur og ein ketta búgva saman?
Meyrurnar
Alt tú vilt vita, og eitt sindur afturat, um meyrur.
Magnus Heinason - hetja ella brotsmaður (28)
Í mong hundrað ár var hann hildin at vera ein hetja, men var hann tað? Síðan dagarnar hjá Magnusi Heinason hava fólk verið ymisk á máli um hann. Var Magnus Heinason ein hetja, sum fekk ein órættvísan deyða, ella ein brotsmaður, sum fekk revsingina, hann hevði uppiborið? Magnus Heinason vaks upp í Føroyum í 16.øld,
Handbók fyri superhetjur 7. partur - Afturkomin
Tey rændu børnini eru afturkomin í øllum góðum, og tað lætnar fyri andanum hjá íbúgvunum í Rosenhill. Men er ikki okkurt løgið við hesum børnunum? Bera tey seg ikki eitt sindur undarliga at? Og hví skuldi rænarin bara knappliga slept teimum aftur? Lisa og hinar superhetjurnar eru sannførdar um, at her ruggar ikki rætt, og tær gevast ikki, fyrr enn tær eru komnar til botns í málinum!















