Gruffalo
Men revurin er tann minsti av trupulleikunum hjá tí kviku músini. Hon fer skjótt at standa andlit til andlits við eina uglu, eina slangu og … Áh hjálp! Áh nei! Ein Gruffalo! Fitt myndabók um snildu músina, ið fær stóra og ljóta Gruffalo at ræðast seg.
Leikur í talvi
Gimsteinagátan -
Onkur stjelur diamantar hjá gullsmiðinum Muhammed Karat. Alt bendir á, at talan er um eitt av starvsfólkunum - Siv Flennander, Tóra Díki ella Líggjas Klikk. Løgreglan stendur á berum. Tí noyðist hon at senda boð eftir ungu detektivunum Lassa og Maiu.
Hesturin og Drongurin
Tveir rýmingar hittast og sameinast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia.
Harry Potter 6
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Grund 2
Ravkikarin
Will er á ferð saman við einglum fyri at handa Asriel lordi tann máttmikla og vandamikla knívin. Men Lyra er burtur og uttan hennara hjálp megnar hann ikki at vinna á tí ørgrynnu av ráðagerðum, sum hótta hann. Tvey stór heimsveldi gera seg til reiðar at kríggjast,og Will má finna Lyru, tí saman skulu tey í stríð, eina ósvitaliga ferð líka í heim teirra deyðu.
Nú ríður tú heim, yrkingar
Olav H. Hauge var bæði klassisistur og modernistur; Spennið og skaldsliga flogið í yrking hansara, frá tí staðbundna til tað almenna, frá tí samansetta í formi og innihaldi til tað leyshenta, hevur svarað so væl aftur hjá bæði leikum og lærdum, at hann verður mettur at vera millum mætastu norsku yrkjarar í nýggjari tíð. Modernistur var hann tó ikki mettur at vera, fyrr enn yrkingasavnið Dropar i austavind kom út í 1966.
Skammarakríggið
Skal Drakan steðgast, skal tað vera nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico at basa Drakani er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann vinnast bert við at nýta svørð. Bókin er um ein samleikabardaga innan í Dinu, tí hvør er hon í grundini? Umboðar hon tað góða í mammuni ella tað ónda í pápanum? Í hesari bókini verða allar gátur loystar, tó at endin als ikki er tann, vit væntaðu, men tekur okkum heldur heilt á bóli
Mín Jólabók 2005
Adventssøgunar hevur Ella Smith Clementsen skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu reinert, Rakel Helmsdal, Sólrún Michelsen og Oddvør Johansen. Nógv stuttligt ítriv er í bókini.
Um gentur og tunnufl. og ein ommuprikkutan kjóla
Um eina gentu, sum bæði er fín og røsk, tí tað ber væl til, hóast mamman heldur vildi havt hana at ansa eitt sindur meira eftir tí nýggja ommuprikkuta kjólanum. Guðrun hevur verið og siglt við tunnuflaka og tað heldur hon vera øgiliga spennandi. Hon skilir als ikki, at gentur ikki kunnu dálka seg líka væl sum dreingir.
Tjóvanna harri
Tú ert altso tjóvanna harri, segði hin fremmandi lágmæltur. Ver bara í grímuni, um tú ikki vilt vísa andlitið. Eg síggi kortini, at tú ert ógvuliga ungur.
Einkabarnið
Kular røtur, sangir
Skjótt gongur tíðin. Men Kular Røtur eru ikki gularøtur. Tær spillast ikki eins og vanligar røtur og plantur, og tíðin hevur víst, at sangir sum “Hon er omma mín”, “Karin”, “Vera” og “Tey kalla meg Babe” eru vorðnir fólkaogn. Í sangbókini við gyltari permu eru 29 sangir við nótum og besiffringum, sum Magni Husgaard hevur gjørt. Edward Fuglø hevur sniðgivið og myndprýtt og prentvirkið Cre8 hevur brotið um og greitt bókina til prentingar.
Leyvan, Gívurin og klædnaskápi
Lovisa er av óvart komin inn í eitt undurfult land . Men skjótt varnast hon, at hin ræðuliga hvíta gívurin ræður í Narnia, og tey einastu, ið kunnu bjarga landinum, eru Aslan og fýra børn.
Rok í veltuni
Nú er vár, og Pettson heldur, at tíðin er komin at seta niður epli og sáa grønmeti. Tað er nú ikki akkurát tað, ið fressurin Findusi dámar best. Hann vil heldur seta frikadellur niður, og tað ger hann so. Nú er bara at vatna og bíða. Men alt verður øðrvísi, enn teir høvdu væntað. Fyrst eru tað hønurnar, ið oyðileggja veltuna, so er tað ... ja, hvør man tað vera? Hóast tað eru nógv spor og ongi epli eftir í jørðini, so er tað ikki lætt at finna tann seka...















