Andafjakkari
Kill
Tað, sum ikki eigur at henda, verður veruleiki ein dagin á Víkingaskúlanum. Ein skjútti stendur goymdur á einum vesi og fer at skjóta beint inn í matsalin. Ein køkshjálp og næmingar verða raktir.
Fyrstu túsund orðini
Hetta er ein stuttlig prátibók til smábørn, sum júst eru byrjað at tosa, ein spennandi myndabók til børn, sum ikki duga at lesa og ein mennandi bók til børn, sum fara at læra seg at skriva.
Mamma varp eitt egg
Ein skemtilig, men samstundis álvarsom søga um at geva greið boð. Foreldrini í hesari bókini hava nógv ymisk boð um, hvussu børn verða til, eisini at mamman varp eitt egg, at tað sprongdist, og at tey komu út við fúkandi ferð. Tí mugu tey gløggu børnini rættleiða foreldrini og greiða teimum frá, hvussu tey veruliga vóru til. Á skemtiligan, men greiðan hátt siga børnini frá, hvussu eggið og sáið hittast, og hvussu alt hetta endar við, at eitt lítið liðugt barn smoyggir sær út úr mammuni.
Gruffalo
Men revurin er tann minsti av trupulleikunum hjá tí kviku músini. Hon fer skjótt at standa andlit til andlits við eina uglu, eina slangu og … Áh hjálp! Áh nei! Ein Gruffalo! Fitt myndabók um snildu músina, ið fær stóra og ljóta Gruffalo at ræðast seg.
Leikur í talvi
Gimsteinagátan -
Onkur stjelur diamantar hjá gullsmiðinum Muhammed Karat. Alt bendir á, at talan er um eitt av starvsfólkunum - Siv Flennander, Tóra Díki ella Líggjas Klikk. Løgreglan stendur á berum. Tí noyðist hon at senda boð eftir ungu detektivunum Lassa og Maiu.
Hesturin og Drongurin
Tveir rýmingar hittast og sameinast. Teir royna at sleppa undan einum strævnum lívi í trongum korum, men verða ístaðin miðdepul í ræðuligum bardaga. Einum bardaga, ið avger lagnu teirra og lagnu Narnia.
Harry Potter 6
Sætta árið hjá Harry Potter í Hogwarts, fær eina óvanliga byrjan, nú tað rennur saman millum heimarnar hjá muglarum og gandafólkum.
Grund 2
Ravkikarin
Will er á ferð saman við einglum fyri at handa Asriel lordi tann máttmikla og vandamikla knívin. Men Lyra er burtur og uttan hennara hjálp megnar hann ikki at vinna á tí ørgrynnu av ráðagerðum, sum hótta hann. Tvey stór heimsveldi gera seg til reiðar at kríggjast,og Will má finna Lyru, tí saman skulu tey í stríð, eina ósvitaliga ferð líka í heim teirra deyðu.
Nú ríður tú heim, yrkingar
Olav H. Hauge var bæði klassisistur og modernistur; Spennið og skaldsliga flogið í yrking hansara, frá tí staðbundna til tað almenna, frá tí samansetta í formi og innihaldi til tað leyshenta, hevur svarað so væl aftur hjá bæði leikum og lærdum, at hann verður mettur at vera millum mætastu norsku yrkjarar í nýggjari tíð. Modernistur var hann tó ikki mettur at vera, fyrr enn yrkingasavnið Dropar i austavind kom út í 1966.
Skammarakríggið
Skal Drakan steðgast, skal tað vera nú. Men Dina heldur, at ætlanin hjá Nico at basa Drakani er vandamikil og ikki skilagóð - og stríðið móti drekaherinum er ikki eitt kríggj, sum kann vinnast bert við at nýta svørð. Bókin er um ein samleikabardaga innan í Dinu, tí hvør er hon í grundini? Umboðar hon tað góða í mammuni ella tað ónda í pápanum? Í hesari bókini verða allar gátur loystar, tó at endin als ikki er tann, vit væntaðu, men tekur okkum heldur heilt á bóli
Mín Jólabók 2005
Adventssøgunar hevur Ella Smith Clementsen skrivað. Annars eru søgur eftir m.a. Minu reinert, Rakel Helmsdal, Sólrún Michelsen og Oddvør Johansen. Nógv stuttligt ítriv er í bókini.
Um gentur og tunnufl. og ein ommuprikkutan kjóla
Um eina gentu, sum bæði er fín og røsk, tí tað ber væl til, hóast mamman heldur vildi havt hana at ansa eitt sindur meira eftir tí nýggja ommuprikkuta kjólanum. Guðrun hevur verið og siglt við tunnuflaka og tað heldur hon vera øgiliga spennandi. Hon skilir als ikki, at gentur ikki kunnu dálka seg líka væl sum dreingir.
Tjóvanna harri
Tú ert altso tjóvanna harri, segði hin fremmandi lágmæltur. Ver bara í grímuni, um tú ikki vilt vísa andlitið. Eg síggi kortini, at tú ert ógvuliga ungur.















