Soleiðis varð eg til
Hvat hendir inni í búkinum á einari mammu í níggju langar, heilar mánaðir? Hvat er tað, sum ger, um tað verður ein drongur ella ein genta? Og hvussu vita vit, at tíðin er komin, at barnið skal koma út? Um hvussu børn verða til og um allar teir spurningar børn hava tá ið tey skulu hava systkin. Um at ættleiða, um royndarglasgitni og um at hava eykamammur og –pápar. Ein sera væl egnað bók til foreldur, sum vilja greiða børnum sínum frá um, hvussu vit øll vórðu til.
Vetur - meldurbók
Hendan bókin er um ein bý og alt har um vegir, við húsum og gøtum og óteljandi lutum. Og haraftrat vísa myndirnar nógvar smáar søgur, sum fólk ´g dýr uppliva ein vetrardag: Andrea er aftur for sein til bussin, pappageykurin hjá Lenu fer til stroks, og so kemur enn eina ferð ein reyður pungur undan kavi....
Fívil og vinir, søgubók
Fívil vaknar ein morgunin, sólin skínur oman og niðan. Hann fer út at spáka og hittir allar djóravinirnar hjá sær. Meðan søgan verður lisin, kunnu børnini spæla sær við at finna klistrimerkið av rætta dýrinum og festa tað á síðurnar.
Og stjørnan lýsti sum ein sól
Uttaná líkist hetta einari bók, hildin saman við reyðari silkisloyfu, og við jólaevangeliinum aftanfyri. Men letur tú hana upp, so kemur fram ein trý dimensional mynd av fjósinum við krubbini og øllum tí, ið hendi har jólanátt fyri mongum árum síðan. Har eru seyðamenninir við dýrum sínum, teir vísu menninir, Jósef og Maria við Jesusbarninum í fanginum, og uppi yvir øllum lýsir jólastjørnan.
Spøkilsið sum flenti
Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: Ver ikki bangin eftir Sámal Kristian Jacobsen og Óvitar eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.
Og so veit eg eina vakra søgu
Um forlagið Bókadeild Føroya Lærarafelags. Greitt verður frá teimum 50 árunum, sum eru liðin, síðani Bókadeildin varð stovnað. Um barnabókmentir, bókaútgávu, bókaklubba, Mína jólabók og barnablaðið Strok.
Vencil nr. 1
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Heystsuita
Heystsuita er ein bók við fotomyndum um slakt í Føroyum, frá rakstri til rullupylsu.
Gátuføra málið um hundin
Kristoffur finnur hundin hjá grannanum dripnan, og ger av at fara undir at skriva eina søgu um morðgátuna. Men tá kemur hann eisini at avdúka loyndarmál, sum ger, at grundarlagið, sum hann byggir sína tilveru á, fer at ridla undir honum.
Heystið hjá ommu
Anna omma er sjúk. Hon gloymir lætt. Anna omma hevur Alzheimersjúkuna. Paula fortelur, hvussu tað er at búgva saman við ommuni og um alt tað sum omman dugir best av øllum hóast alt.
Hagasóljusangur
Hugtakandi søga um eina illsinta og ólukkuliga gentu. Gerda hevur mist pápa sín á sjónum, og systirin Siv, sum var við pápanum lagnudagin, er merkt av hendingini, men vil ikki tosa um tað. Bókin er ein viðkomandi søga um sorg, øvundsjúku og vinalag.
Teir villu fótbóltsjassarnir 2
Ein nýggjur drongur, Rokko, kemur at spæla við liðnum hjá fótbóltsjassunum.Tað er ikki hvør sum helst drongur, tí pápi hansara er komin úr Brasilia at spæla við kenda FC Bayern München liðnum.Spurningurin er so,um pápin heldur villu fótbóltsjassarnar vera nóg gott lið hjá soninum at spæla við á.Ein dagin kemur Rokko ikki til venjing,tí pápin vil hava hann at spæla við liði hjá Bayern.
Anja biddarabarn í Moskva
Anja býr úti á bygd hjá ommu sínari. Ein dagin kemur eitt par at vitja. Tey gera seg til og bjóða vodka, og morgunin eftir vaknar Anja á dúrkinum í einum bili á veg móti Moskva. Bókin er um stríðið hjá Anju fyri at sleppa heim aftur til ommu sína.
Vinur mín Percy, B.B. og eg
Vinur mín Percy, Buffalo Bill og eg, sum Ulf Stark hevur skrivað, er ein skemtilig bók um vinmenninar Ulf og Percy. Bókin er sjálvstøðugt framhald av bókunum Gandaskógvarnir hjá vini mínum Percy og Vinur mín sjeikurin í Stureby. Í hesi nýggju fer Ulf at halda summarfrí hjá ommu og abba sínum úti á bygd. Seinni kemur Percy at vitja - óboðin væl at merkja. Í fyrstani er Ulf ikki glaður, tí hann hevur sæð eina gentu…
Karl K. undir sólini
Karl K. skal í EuroDisney við Kim, men fyrst skal hann í summarhús við sínari egnu familju. Herlufi, sum vil sova í yvirkoyggini, sjálvt um hann er 30 ár, og abbanum, sum hvørki hevur bil ella koyrikort, men eina meining um alt.















