Lívið sum Rósa 1
Rósa droymir um at gerast verðinskend poppstjørna. Men hon spælir bara trombon í einum býttum hornorkestri og hokki við besta vini sínum Villa. So svíkir vinkonan Jessika hana.
Eg var ein rotta
Eg var ein rotta! Soleiðis sigur Roger. Kanska er tað rætt. Men hvat er hann so nú? Kanska bara ein púra vanligur smádrongur, sum ber seg eitt sindur løgið at? Bara trý fólk trúgva honum. Bara eitt teirra veit, hvør Roger er í veruleikanum.
Ikki geva mær at eta !
Jóna hevur altíð ynskt sær eina kettu. Ein dagin situr ein tjúkk, reyð ketta á trappuni hjá Jónu og teimum. Hon er svong og vil hava at eta, men tað kann hon ikki fáa, tí um hálsin hevur hon eitt hálsband, og á tí stendur: Ikki geva mær at eta.
Ynskibarnið
Nora og mamman hava tað gott. Einaferð vistu tær ikki av hvør aðrari. Mamman vildi so fegin hava eitt barn, men hon hevði ongan pápa at fáa barn við. Nora átti hvørki mammu ella pápa. Besta Nora veit, er at hoyra søguna um, hvussu mamman fann hana.
Teskispælið
Anna er nýggja gentan. Hon sigur ongantíð nakað. Ein dagin spæla vit teskispæl og vilja hava Onnu við. Anna teskar: Pápi mín slær meg. Hvussu kann eg hjálpa Onnu? Viðkomandi søga um at fáa nakað at vita av óvart, sum ein gjarna vil gera nakað við.
Eldsins øði
Triðja bókin um Sofíu gevur eina livandi mynd av einari ungari kvinnu og stríðnum móti fátækdømi og órætti, av kenslum og vanlagnu hennara í einum av heimsins fátækastu londum.
Hannibal og horvni hundurin
Hannibal og horvni hundurin er um dreingin Hannibal, sum býr í eini ikki heilt vanligari familju. Tá ið hundur hansara Harry, sum heldur ikki er ein vanligur hundur, knappliga hvørvur, hendir mangt óvæntað og stuttligt.
Frk. Ignora í skúlagarrðinum 2
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur eina góða vinkonu, sum eitur Nina. Men tá ið Nina fer at syngja, verður Ignora illa við og krógvar seg. Allur skúlin fer at leita eftir henni. Tá ið hon verður funnin, argar ein stórur drongur hana .
Frk. Ignora eksploderar..1
Frøkun Ignora eksploderar onkuntíð, tá ið tað ikki gongur henni eftir vild. Hóast hon ikki kann lata vera, er hon kedd av, at tað er so. Fiskaseljarin sigur henni, at trupulleikin við at eksplodera í høvdið á fólki, er, at tú fært skøvur í hjartað.
Frk. Ignora og Gunnar .. 5
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, og Gunnar, besti vinmaður hennara, ætla at seta sín dám á heimin. Tí fara tey ein túr í Klandursvík at royna at seta sín dám á. Men tað gongur ikki sum Ignora ætlar.
Frk. Ignora verður forelskað 4
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, fær ein dagin ein seðil í skúlanum frá Gunnari. Á seðilinum stendur: Tú ert fitt. Knappliga er Ignora forelskað. Men hvat gert tú, tá ið tú ert forelskað?
Frk. Ignora og stjørnuh. 3
Frøkun Ignora, sum býr í einum torni, hevur ein góðan vin, sum er fiskaseljari. Hann tekur sær væl av Ignoru. Men kortini saknar hon pápan, sum er deyður í ferðsluvanlukku, sum hon plagdi at siga søgur.
Vencil nr. 5
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Sigursteinurin
Í bókini, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn. Sópikinn er úti í týðandi ørindum, og Erla er ein meinbogi á vegnum, so hann má taka eina skjóta avgerð, hvat gerast skal við gentuna.
Várferðin til brúnna
Sniffilin Nói finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lílti sniffilin noyðist at vera djarvari, enn hann vanlig er. Myndprýtt av Edward Fuglø.
At liva í allar ævir
Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður. Soleiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hesi sera hjartanemandi og samstundis lívsjáttandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóðkrabbamein.















