Lisa í Leikalandi og inn ígjøg
Tær báðar søgurnar Lisa í Leikalandi og Inn ígjøgnum spegilin eru kendar um allan heim. Nú hevur kendur listamaður úr Slovakia myndprýtt søgurnar, og tær verða útgivnar, so tær eisini hóska til børn.
Vencil nr. 8
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Ein terningur manglar
Hetta er bókin um Puck, eina unga gentu, sum ger alt fyri ikki at missa tamarhaldið, ikki at lata nakran koma ov nær, ikki vísa hvør hon í grundini er. Men hetta er eisini søgan um ein pápa, sum hvarv, og eina mammu, sum varð verandi eftir.
Sóltárini
Tóna liggur sjúk, og so við og við skilur Píl, at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni. Tann raski sulkurin, Klumpur, lovar at hjálpa henni, og saman halda tey av stað eftir sóltárunum, sum eru tað einasta, sum kann bjarga Tónu.
Gandakalshatturin
Frásøgnin byrjar við gandi ein morgunin tíðliga á vári og endar eina lýggja augustnátt, sum aldri verður gloymd í Mumidali. Har ímillum er so hendingaríka summarið hjá Mumitrøllinum við sólskini og torusláttri tá mumifamiljan fann gandakalshattin.
Kalt blóð 7 - Steðgað bumbu-ma
Steðga bumbumanninum er sjeynda bókin í røðini. Sigrið kemur í klórnar á einum illgrunasomum manni ið tekur hana við í kloakkrørini undir býnum, bindur hana í ein stiga og rýmir. So sær Sigrið rotturnar og hoyrir brúsandi ljóðið av vatni, sum fløðir.
Tóra og Kj@ttið
Tóra og kjattið er viðkomandi bók um happing á netinum. Tóra fær eini boð í postkassan, hon veit ikki, hvør sendir henni boðini, men so við og við verður hon sannførd um, at tað er onkur í hennara egna flokki. Tíbetur hevur hon Sadboy at kjatta við.
Mortan Blomm sigur frá
Mortan Blomm sigur frá er ógvuliga fitt bók við endurminningum. Mortan minnist ymiskt frá tá ið hann var 7 ár, og tað er ikki so langt síðan. Sum til dømis, tá ið hann byrjaði í skúlanum og helt, at hann dugdi at lesa, hóast hann ikki dugdi.
Sakarias hevur summarfrí
Sakarias hevur summarfrí er triðja bókin um Sakarias, sum eigur eina ommu, ið ikki er sum ommur flestar. Summar er tað besta Sakarias veit.
Kalt blóð 6-Hitt triðja træið
Hitt triðja træið er sætta bókin í røðini Kalt blóð. Í grannalagnum hjá Teiti og Sigrið sær Teitur, at ein maður grevur í garðinum. Teitur undrast, hví holið skal vera so stórt. Ger hann pláss fyri einum træi? Ella einum líki?
Í morgin fara vit at sita í só
Søgan er fyrst og fremst um viðurskifti við mammuna. Ein mamma, sum ikki er sum aðrar vanligar mammur, ein mamma, sum ikki orkar sonin heilt, ein mamma, sum slær, og ein mamma, sum fyllir sonin við ótta, skomm og sakni.
Frk. Ignora fer til París 8
Frøkun Ignora fer til París er áttanda bókin um fittu sjálvstøðugu gentuna Ignoru, sum býr einsamøll í einum torni. Saman við Gunnari fer hon til París at ferðast, og har upplivir hon mangt, hon heldur er løgið.
Dagar eg havi gloymt
1. føroyska grafiska skaldsøga. Tað er summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir. Dávið og Tomm eru forelskaðir í Lisu. Lisa velur Dávið, men ger tað liðugt við hann stutt eftir, at tey hava skeldast. Síðan hvørvur Lisa á gátuføran hátt.
Níðingur
Besti vinur Torak verður dripin, og Torak fær beinanvegin frænir av, at tað er hin óndi Thiazzi, ið hevur gjørt hetta. Lesarin fylgir Toraki, meðan hann jagstrar drápsmannin.
Skrímslavitjan (36)
Lítla skrímsl vil ikki lata upp fyri Stóra skrímsli, tí hann spælir við Loðskrímslið. Stóra skrímsl heldur tað ikki vra petti stuttligt at fara á seiðabeg, eta matpakka og sparka bólt einsamallur. Nú er synd í Stóra skrímsli.
Veturin hjá Undu
Nói er ikki nakar djarvur sniffil, men tá ein av elstu vinum hansara, áarsveimið Unda, er í deyðavanda, fer hann kortini út á eina vandamikla ferð ígjøgnum tann kavaklædda Dalin. Annar partur í røðini um tær smáu verurnar, ið búgva undir brúnni.















