Mia og Lias ríma
Miu og Liasi dámar væl at spæla í holuni og at finna uppá rím. Mia og Lias tutla og mutla. Tey flenna og renna beint inn í holuna. Fyrsta torleikastig - gulur krabbi
Smakka maðkar væl
Smakka maðkar væl? er stuttlig bók um Kára og Unu, sum vilja vita, hvussu maðkar smakka. Tey royna at gera maðkarnar leskiligar, steikja teir á pannuni og bjóða Óla teir. Man Óla dámað teir? Annað torleikastig - appilsinlittur krabbi.
Rói gandar
Rói roynir seg sum gandakall; tað eydnast honum væl at byrja við, men so kemur Bessi, sum altíð er eftir Róa, framvið. Tá fær Rói brúk fyri sínum gandakynstrum. Annað torleikastig - appilsinlittur krabbi.
Sasja fer túr
Sasju dámar væl at sleppa út, men hon ræðist stórar hundar. So tað er ikki altíð so lætt, tá ið Sasja og Rutt fara út at spáka. Lægsta torleikastig - gulur krabbi.
Turbo hevur ein ringan dag
Turbo eitur í veruleikanum Búi. Ein dagin á vetri fær Turbo ein ringan dag. Alt byrjar við, tá ið hann rennir á ein hund, men tað ringasta er, tá ið Sámal og hann fara upp at berjast og Turbo smekkar til, men í nøsina á skúlastjóranum!
Nýmáni
Onnur bókini í røðini Skýmingarsøgur. Fyri Bellu er bara eitt í verðini, sum hevur størri týdning enn sjálvt lívið: kærleikin til vampýrin Edward. Men júst viðurskifti teirra millum er um at kosta henni lívið, og tí ger Edward av at fara frá henni.
Mose Lises rejse
Der er ingen tekst at holde sig til i historien om Mose Lise. Følg hende med på rejsen og lad billederne hjælpe dig og dit barn med at lave jeres helt egne historier.
Moss Lisa´s Journey
Bókin er á enskum. Ongin tekstur er at halda seg til í søguni um Mosalisu. Lat títt og barnsins hugflog sveima við henni á ferðini og lat myndirnar hjálpa tykkum at gera søgurnar.
Mosalisa - ferðin hjá Mosalisu
Í søguni um Mosalisu er ongin tekstur at halda seg til. Lat títt egna og barnsins hugflog sveima við henni runt á ferðini og lat myndirnar hjálpa tær at gera tína heilt egnu søgu.
Bjørnin Alfred og hundurin
Alfred og Sámuel vakna ein morgun á loftinum, burturgloymdir í einari pappeskju. Spakuliga minnast teir eitt sindur av tí, sum hendi Fyrr í Tíðini, tá ið Óla Martin tók teir við sær í song. Nú vilja teir út í verðina at leita eftir Óla Martini.
Skriva í sandin
Føroysk ungdómsbók, sum fer fram eitt vikuskifti í Havn. 10 ungfólk verða lýst í bókini, hvør frá sínum sjónarhornið.
Hvassi 2. - Nærkist
Hvassi flýggjar eins og í fyrstu bók undan fólkum, hann ikki veit, hvørji eru, og einki er, sum tú heldur. Um somu tíð sum bókin er ógvuliga fangandi, er hon eisini rá og ógvuslig. Hon er egnað til størri børn og ung.
Ein bók um forelskilsi (...og
At vera forelskað ella forelskaður - upp um bæði oyru - er heilt fantastiskt! Men hevur tú ikki havt kensluna fyrr, hvussu veitst tú so, um tað er forelskilsi? Og hvussu bert tú teg at at koma í samband við tann, tú ert forelskað ella forelskaður í?
Megin hjá Tei-nikmanum,Toron 3
Vandamiklir ránsmenn ætla at stjala gandasvørðið hjá Toroni. Hann má stríðast fyri ikki at missa tað. Men ránsmenninir vita um eitt loyndarmál, sum kann vinna á Toroni. Man teinikmað hava nóg nógva megi at bjarga honum?
Gentan úr náminum, Toron 2
Toron er meistara-krígsmaður við gandateinikma. Hann leitar eftir ættini hjá sær, tá ið hann kemur til eina trælalegu við eitt nám. Nú má hann stríðast fyri lívinum saman við gentuni úr náminum. Krabbabók - violettur krabbi.
Gorokkarnir herja á, Toron 1
Violettur krabbi. Hin lítla bygdin, har Toron býr, verður álopin av gorokkum. Toron vil stríðast, men bygdin vil ikki, at hann skal verða krígsmaður. Hann má vera bæði djarvur og klókur, so hann kann fáa fatur á einum vápni, sum kann bjarga bygdini.















