Tann, sum altíð fær skyldina - Tey í sætta b
Hóast hetta er ein púra vanligur flokkur, so hendir kortini ymiskt, sum eftir lítlari løtu kann venda øllum á høvdið. Og tað er ikki altíð so lætt at vera tólv ár og skula bera seg at, soleiðis sum øll vilja hava, at tú skalt.
Eg elski teg av øllum mínum ja
Lættlesibók. Elin fær ikki hildið sær, hóast hon veit, at tað er ljótt gjørt at vísa kærleiksbrævið fyri øllum flokkinum, men tað er so gott at standa uppi við talvuna og hoyra hini flenna. Hon veit, hvør hevur skrivað tað.
Darlah
DARLAH er ein søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.
Jólaeinglarnir
Stillisliga sveima teir niður til okkara at hjálpa har, ið á stendur. Ein eingil flýgur í kuldanum út í skógin við føði til dýrini. Ein eingil hjálpir jólamanninum at bera jólapakkarnar, og ein eingil flýgur við brævinum, sum ein genta var heldur sein at skriva jólamanninum. Einglarnir gera alt til reiðar, til Jesusbarnið kemur. Í bókini eru tíggju einglar, sum koma fram ein og ein, so hvørt sum tú blaðar.
Vencil nr. 9
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Halastjørnan kemur
Bøkurnar um mumitrøllini og øll hini, sum vitja ella búgva í Mumidali, eru vorðnar heimskendir klassikarar. Í hesari er alt eitt sindur spennandi og óhugnaligt, tí øll vænta eina halastjørnu fara at koma, og tað dámar ongum sjálvandi
Lívið sum Rósa 3
Fyrr helt Rósa, at tónleikurin var tað týdningarmesta av øllum í einum sangi, men nú veit hon, at teksturin er alt. Tað sigur Robbi so. Og alt, ið hann sigur, er øgiliga týdningarmikið.
Johnny og 7 vinir hansara
Johnny fer avstað at leita eftir sunnudagslandi, tí hann ætlar at fáa sunnudag at vera allar dagar í vikuni. Á vegnum hittir hann allar hinar dagarnar, sum vísa honum leiðina fram til Sunnudagslandið.
Elskar - Elskar ikki
Í savninum eru sekstan stuttsøgur, sum lýsa forelskilsi og kærleika, og ikki bara tann tú vilt taka ímóti, men eisini tann tú helst vildi verið fyriuttan.
Mannajagstrarin 1
Sjamanurin í býnum skal geva Luka eitt lærupláss millum veiðimenninar í býnum. Men nakað sera óvæntað bíðar honum. Hann hevur evni, sum onnur ikki hava!
Sasja úr Afrika
Sasja er góð við Rutt, sum finnur Sasju í gøtunum í Afrika, har hon melur íkring. Sasja er so køld, tá ið hon kemur til Føroya við Rutt. So Rutt seymar henni ein gulan jakka.
Lena og Emil leita
Lena og Emil eru í fjøruni við pápa Emil. Tey leita og finna nógv stuttligt. Ein likka! rópar Emil. Ein klikkað likka? spyr Lena. Fyrsta torleikastig - gulur krabbi.
Mia og Lias ríma
Miu og Liasi dámar væl at spæla í holuni og at finna uppá rím. Mia og Lias tutla og mutla. Tey flenna og renna beint inn í holuna. Fyrsta torleikastig - gulur krabbi
Smakka maðkar væl
Smakka maðkar væl? er stuttlig bók um Kára og Unu, sum vilja vita, hvussu maðkar smakka. Tey royna at gera maðkarnar leskiligar, steikja teir á pannuni og bjóða Óla teir. Man Óla dámað teir? Annað torleikastig - appilsinlittur krabbi.
Rói gandar
Rói roynir seg sum gandakall; tað eydnast honum væl at byrja við, men so kemur Bessi, sum altíð er eftir Róa, framvið. Tá fær Rói brúk fyri sínum gandakynstrum. Annað torleikastig - appilsinlittur krabbi.
Sasja fer túr
Sasju dámar væl at sleppa út, men hon ræðist stórar hundar. So tað er ikki altíð so lætt, tá ið Sasja og Rutt fara út at spáka. Lægsta torleikastig - gulur krabbi.















