Rændur
Farbróður David Balfour, tann óreini og grammi Ebenezer Balfour, selur David sum træl og vónar harvið at vera sloppin undan honum fyri allar tíðir. Men David fær hjálp frá Alan Breck, ið er friðleysur og uppreistrarmaður, at krevja sín rætt og fáa hendur á góðsinum, Shawhúsinum, ið farbróðirin hevur stolið frá pápa Davidi. Hetta er søgan um ein lágskota og ein háskota og ótrúliga ævintýr teirra....
Kroppur, kenslur og kynslív (28)
Henda bókin er til tey ungu, sum vilja vita meira um alt, sum hevur við kroppin, kenslur og kynslív at gera. Bókin er um kroppin, útsjónd, kærleika og tað, sum kann vera pínligt at tosa um. Bókin er ein faktabók, men eisini ein bók um tað, sum tú hevur inni við teg sjálva/n, og um hvat er rætt fyri teg.
Beinta 4- Hetta kann bara enda væ
Tvær heilar vikur sunnanfyri. Hvítur sandur, bláur sjógvur. Tað kitlar í búkinum á Beintu, og Sára er glaðari, enn hon hevur verið leingi. Nú verður alt ørvísi!
Ein móti øllum!
Malja sleppur ikki inn í holuna hjá dreingjunum. Teir siga, at hon luktar. Karin heldur dreingirnar vera óreinar. Hon heldur tað verða synd í Malju. Men so ger Malja nakað býtt. Nú veit Karin nóg illa, hvat hon skal halda. Er tað framvegis synd í Malju?
Jóal og Ina - Ein kærleikssøga
Jóal og Ina møtast ein dagin. Tey hava ikki sæð hvørt annað fyrr. Tey gerast vinir. Ógvuliga góðir vinir. Kanska betri enn góðir vinir. Jóal ig Ina er ein vøkur søga um vinalag, kærleika - og um at onkuntíð eru tey vaksnu bara til fortreð.
Eg og mítt kelidýr - Kanin
Visti tú, at kaninir eru í øllim heimspørtum? At kanin kann snara nøsini í allar ættir, og tá ið hon trampar við afturbeinunum, ávarar hon aðrar kaninir um, at vandi er á ferð? Flest øll elska kaninir. Tær eru hugnaligar, spælisjúkar og lættar at ansa. Men um tú vilt hava eina kanin, mást tú vita, hvussu tú skalt ansa hesum fitta dýrinum.
Vandamikil dýr
Hvussu loypur krokodilla á? Hví berjast áarross? Og hvussu drepur eiturkoppur fong sín? Í hesi bókini finnur tú svarini og fært nógva aðra spennandi vitan um vill og vandamikil dýr. Dýr kunnu vera vandamikil av ymiskum orsøkum. Tey kunnu vera bangin, svong ella royna at verja familju sína. Nøkur dýr eru bara vandamikil fyri onnur dýr, og nøkur eru eisini vandamikil fyri fólk.
Hin hvíta hondin
Tað er myrkt. Gutti hevur lisið um eina hvíta hond. Eina hvíta hond, sum sveimar í myrkrinum. So tekur ein hond í hann.
Teir óhugnaligu skortarnir
Símun eigur nakrar óhugnaligar skortar. Hann kløkkar Atla. Tað er stuttligt. Men so fer hurðin upp...
Half Wild (18)
Hvítheksir jagstra hann, og svartheksir hata hann. Nathan er hvørki, og gávan hann hevur fingið frá pápanum er ein nýggj, vill megi, sum hann ikki hevur tamarhald á. Størsta hóttanin móti honum er kanska Nathan Byrn sjálvur.
SFR-in
SFR er ikki nakar vanligur beingresjandi risi. Tað er hann alt ov fittur og møsnutir til – tíbetur fyri foreldraleysu Suffíu. Hevði hon verið tikin mitt um náttina av nøkrum øðrum risa enn SFR, ja, so hevði hon verið morgunmatur nú! SFR dámar ikki at eta fólk. Hann fangar dreymar og goymir teir í fløskum til børn at njóta, meðan tey sova.
Ertnakríggið
Flokkurin hjá Øssuri og Mariu skal spæla sjónleik. Maria skal dansa saman við gentunum,og Øssur endar í sketsj-bólkinum, har eingin tímir at gera nakað. Men so verður Øssur taklaður í fríkorterinum og fær heilaskjálvta. Í skúlanum brestur ertnakríggj á, og øll ganga runt við blásirørum, men eingin torir at siga nakað fyri lærarunum.Afturat øllum hesum skal mamma Mariu koma á sunnudagsvitjan, og Øssur er kanska eitt sindur forelskaður.
Lítla barnabíblian (24)
Ein dýrgripur av søgum sagdar fyri smábørnum. Her verður sagt frá um Nóa ørk, lítla dreingin Móses, Dávid og Goliat, Dábjal og leyvurnar, og um Jesus.
Wilbert (16)
Ein rotta og Wilbert spæla krógva og blunda. Ein krokodilla vil fegin hjálpa rottuni, men tað er nú iikki so einfalt, sum krokodillan hevði hugsað ... Við sínum eyðkendu strikum og crazy humor fortelur Bárður enn eina geniala dýrasøgu. Hesaferð eru tað ein rotta, ein krokodilla og ein – ja, hvat er tað nú, sum krógvar seg aftan fyri træið?
Pax 4. Bjæran (38)
Tað er halloween. Í skúlanum yðjur í sombium og skrímslum. Um kvøldið er veitsla, og tey fara at ganga grýla. Men mitt uppi í øllum grýlunum er ein mýlingur. Hann hevur valt sær síni offur og gjørt av at hevna seg. Hvussu skulu Alvi og Viggo steðga honum? Tá ið teir royna at finna út av sannleikanum, koma teir fram á ein ræðuligan loyndidóm. Samstundis sæst ein genta í býnum. Hon eitur Iris. Og okkurt er, sum ikki ruggar rætt við henni ...
Pax 3. Mýlingurin (38)
Tað er halloween. Í skúlanum yðjur í sombium og skrímslum. Um kvøldið er veitsla, og tey fara at ganga grýla. Men mitt uppi í øllum grýlunum er ein mýlingur. Hann hevur valt sær síni offur og gjørt av at hevna seg. Hvussu skulu Alvi og Viggo steðga honum? Tá ið teir royna at finna út av sannleikanum, koma teir fram á ein ræðuligan loyndidóm. Samstundis sæst ein genta í býnum. Hon eitur Iris. Og okkurt er, sum ikki ruggar rætt við henni ...















