Hvítabjørnin
Hvítabjørnin er størsta ránsdjór, sum livir á landi. Hon heldur til í Arktis. Í bókini kanst tú lesa um veiðu, ungar og kendar hvítabjarnir. Les eisini um, hví tann stóra hvítabjørnin er eitt hótt djór.
Dronur
Dronur flúgva við bumbum og halda eyga við ódnum. Dronur bjarga fólki í neyð og taka vakrar myndir. Les meiri um dronur í hesi bókini.
Við fullari ferð
Eirikur setur seg á sletuna.Hann setir frá við beinunum og fer av stað. Við fullari ferð. Hann má blunda. So rakar hann okkurt. Okkurt, sum ýlir og fer upp í loft, áðrenn tað dettur niður aftur á brekkuna. So verður alt kvirt.
Skuggar í skóginum
Trý systkin Linus, Maja og Oskar. Átta, tíggju og tólv ár. Ein útferð við familjuni. Eitt nýtt tjald. Eitt skríggj, sum hoyrist sum ekkó yvir vatnið.
Teseus 3-Óreina ætlanin hjá Me
Ja, men tað man Teseus fara at klára. Tú sigur hann vera ein raskan stríðsmann? Nú er røddin á Medeu aftur spotsk. Men ein sovorðin hetja er hann kanska ikki? Linos skundar sær inn aftur í kamarið. Teseus, tey fara at senda teg út eftir hinum hvíta tarvinum við Maraton. Á vegnum skalt tú drepa ein stóran risa, sum eitur Sinis. Tað er Medea, sum hevur lagt upp ráð, og..."
Vitello fær ein fosturpápa
Mamma mussar ein skallutan mann, sum eitur Gregers, úti við havaportrið. Vitello dámar hetta ikki. Loyniliga gentan hjá honum, sum eitur Kamma, heldur, at hann fer at fáa ein fosturpápa. Vitello sigur nógvar illbønir, tí hann jú longu eigur ein pápa, sum er eitt bartrog og ein supereingil.
Eldførið
Ein ungur soldatur, ein fongslað prinsessa, heksir, úlvar og Deyðin ganga hond í hond í hesi framúrskarandi bókini eftir heiðurslønta rithøvundan Sally Gardner. Íblásturin til søguna hevur hon fingið úr kenda ævintýrinum hjá H. C. Andersen Eldføri. Otto Hundebiss er hermaður og troyttur av krígnum. Hann verður særdur, men kemur undan við lívnum.Ein loyndarfullur skapningur, hálvt beist og hálvt maður, er um hann, til hann er komin fyri seg.
Tsatsiki og olivinkríggið
Á griksku oynni hjá Tsatsiki er onki sum fyrr. Pápi Høgguslokkafiskarin skyldar bankanum pengar og ætlar at selja bæði olivinviðalundina og hotellið. Tað má bara ikki henda!Tsatsiki og Alva verða vinir. Alva hevur nógv góð huskot og er ikki bangin fyri nøkrum. Og so er hon við upp á alt. Men tá ið Per Hammar (Hamarin) knappliga kemur, verður galið.
Malla ræður
Hví skal Malla altíð gera, sum tey vaksnu siga. Rudda, skunda sær og eta døgurða, tá ið hon heldur vil spæla? Má tað vera so? Kann tað ikki vera øvugt? JÚ! Malla fær gjaldskortið hjá mamuni við kodu og tí heila. Nú skulu mamman og pápin gera, sum Malla sigur, tí í eina heila viku er tað hon sum ræður! Hvat tey skulu eta. Nær tey skulu í song og upp um morgunin. Hvat er loyvt og ikki. Ja, stutt sagt ALT. Tað má vera paradís á jørð – ella?
So normal og tó ikki
Bókin er skrivað yvir fleiri ár.Hon byrjar í 2009 og endar í 2016. Hon er sett saman av dagbókabrotum, sangum, matuppskriftum, men serliga av frásøgum um, hvussu tað er at liva sum ung kvinna við autismu.Hvørjar avbjóðingar kunnu vera, og hvussu trupult lívið kann vera. Hon er eisini um alt tað positiva í lívinum, kærleikan til familjuna, hjálparfólk, sum Birita er blivin góð við, tónleikin, bøkurnar, handarbeiðið.
Half Lost - Tað vilsta í mær
Nathan Byrn flýggjar aftur. Samgongan er syndrað, spjadd og framvegis jagstrað av Ráðnum. Bert við dirvi og snildi kunnu uppreistrarmenninir bjarga sær undan fulkomna ósigrinum.Teimum tørvar hina helvtina av verndargripinum hjá Gabriel, ein elligamal lutur, sum gevur beraranum ósigrandi mátt. Men verjin hjá verndargripinum, hin máttmikla heksin, Ledger, hevur sína egnu ætlan. Fyri at vinna hennara álit, má Nathan fara til USA at sannføra hana um at geva honum verndargripin.
Pax 6, Nykurin (38)
Sættu bókini í røðini eitur Nykurin. Tá ið flokkarnir hjá Alva og Viggo skulu hava evnisdag úti á ísinum, hendir nakað ræðuligt. Alvi fer ígjøgnum ísin! Kann tað vera nykurin, ein vatnvera, sum liggur og lúrir undir vatnskorpuni? Samstundis er nýggjur slotsvørður komin á Gripshólm, men okkurt óunniligt er við honum. Og oman á alt er mamma Alva og Viggo komin at vitja.
Pax 5, Gasturin (38)
Í fimtu bókini í røðini, Gasturin, skulu tey skjótt ganga lucia, men ongin veit, hvussu óhugnalig ársins luciugonga fer at verða. Eitt sakleyst spæl verður knappliga ógvuliga vandamikið, tá eitt portur letur seg upp til hina síðuna,og tríggir gastar fara at herja í býnum. Alvi og Viggo noyðast at fáa hjálp frá einum, sum teimum als ikki dámar. Samstundis eru Símun og pápin meira enn nakrantíð eftir teimum.Men Viggo hevur fingið eitt ótrúliga gott hugskot; nú er endiliga møguleiki at hevna seg!
Mín jólabók 2016
Mín jólabók er ein bók til alla familjuna, ein kalendarabók um tú vilt. Ein bók við fittum søgum og tekningum, hugskotum og íblástri til hugnaligar løtur saman - børn og vaksin - í køldu, myrku tíðini upp undir jól.
Læst
Stóribeiggin larmar, og Inga vil hava frið at lesa. Hon fer við blaðnum inn á vesið. Endiliga kann hon lesa í frið. Men so sløkkir stóribeiggin ljósið. Og Inga fær ikki vesihurðina upp aftur. Nú er tað ikki stuttligt longur.
Leivur fær ein lítlan mammubei
Leivur ynskir sær ein mammubeiggja. Ein kulan og stuttligan mammubeiggja eins og Einar og Ívar hava. Men skal Leivur fáa ein mammubeiggja, má mamman fáa ein beiggja. Og um mamman skal fáa ein beiggja, má omman fáa....?















