Kryptalportalurin 2
William er aftur á Læristovninum. Her er alt øðrvísi: Her eru portursbann og vaktir allastaðni. So fer ymiskt løgið at henda. Hví fær William hesi sterku herðindini? Og hvør er hesin myrki skapningurin, sum roynir at koma í samband við hann? Alt førir fram ímóti kryptalportalinum. Men hvat er har í grundini?
Náttarskrímslið
Á degnum, tá ið Frank fyllir níggju ár, hendir nakað, sum broytir lív hansara. Tann lítli, ullinti hundurin hjá grannanum, Uffi, verður so uppøstur, at hann bítur Frank í fingurin, og so fer Frank at droyma løgnar dreymar. Í dreymi hevur hann skinn um allan kroppin, og hann rennur í skóginum á fýra beinum. Tað einasta, hann vil, er at blíva kíndur. Men hví blíva øll so bangin?
Gloria og Soria Moria
Gloria er og vitjar abban á Mjólkarvegi 18. Tey drekka heitt kakao við róma í og eta nýbakaðar bollar, sum abbin hevur bakað.Gloria hugsar ikki um annað enn, at hon vil gerast sirkusgenta, og tað heldur abbin vera eitt frálíkt hugskot. Úti í urtagarðinum hjá abbanum stendur ein spildurnýggj trampolin. Hana hevur abbin sett upp til sirkusgentuna, Gloriu.
Jákup og bønastongin
Jákup og mamman eru fátæk, tey hava ongan mat og ringar vónir um framtíðina ... til Jákup hittir ein lítlan mann við nøkrum gandabønum.
Mia verður njósnari
-Skulu vit spæla? spyr Mia. - Nei, sigur Tórur. Mia skilir einki. Men tá ið hon verður Njósnara-Mia, skilir hin ALT!
Flúgv, Fía! Flúgv!
Fía er fosturbarn. Mamman er ov sjúk at búgva heima. Fía hugsar, at einki í lívinum varir, hon fer ongantíð at hoyra til í látrinum og prátinum í fosturfamiljuni. Men Fía fer á máliskeið, hon vil læra at skapa okkurt vakurt. Hon hevur nógv at gleða seg til.
Annika í Dímun
Henda nýskrivaða søgan byggir á kendu søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.
Teseus 5 - Lagnan
Eitt ýl hoyrist langt burtur. Tað er Minotaurus. Skrímslið bíðar innast í villiniborgini. Tey ungu stúgva seg saman. Tey eru bangin. Teseus trínur fram fyri tey. Lagnan er við okkum. Um vit halda saman, koma vit øll út aftur.
Anton hevur lím undir skónum
Kom upp í træið! Vinirnir hjá Antoni sita ovast í trænum. Anton vil fegin upp hagar, men hann torir ikki. Hann hevur fingið lím undir skógvarnar.
Zenobia
Havið er stórt og tómt. Her finnur ongin meg. Her finna mamma og pápi meg ikki.
Skúlabyrjan-Stavraðið
Her sleppur barnið at rokna, skriva, loysa uppgávur og tekna myndir. Eftir hvørja lokna uppgávu er eitt klistirmerki at seta í ein kassa, og sjálvandi fær barnið eitt prógv, tá allar uppgávur eru loystar. Læring skal vera stuttlig og ikki ein plága. Og hesi heftini eru gjørd júst við tí fyri eyga.
Skúlabyrjan-Eg skal í skúla
Her sleppur barnið at rokna, skriva, loysa uppgávur og tekna myndir. Eftir hvørja lokna uppgávu er eitt klistirmerki at seta í ein kassa, og sjálvandi fær barnið eitt prógv, tá allar uppgávur eru loystar. Læring skal vera stuttlig og ikki ein plága. Og hesi heftini eru gjørd júst við tí fyri eyga.
Maðkamáni
Søgan fer fram í einum hugsaðum tíðarskeiði í Bretlandi í fimmtiárunum, har Standish Treadwell og abbi hansara búgva saman við hinum óynsktu í sonu 7. Øll verða stýrd av einum ræðslustýri,kallað Móðurlandið.Men tann orðblindi Standish sær heimin við eygum, enn tey flestu gera,og vegna sínar dreymar og sítt dirvi finnur hann sín besta vin, Hector, sum er horvin, og megnar harafturat at týna kúgandi valdið hjá Móðurlandinum.
Herviligi Henry hevur marruna (80)
HERVILIGI HENRY OG MAMMUDAGURIN, helst ikki tann dagurin á árinum, sum mamma hansara gleðir seg mest til. Í HERVILIGI HENRY HEVUR MARRUNA, verður Henry jagstraður av eini spøkilsiskanin við risastórum tonnum, einum ýlandi kirkjugarðsspøkilsi, og fyri ordans skuld eisini einum slímutum zombi. Og so ein nýggj søga HERVILIGI HENRY OG HEVNDIN HJÁ DØGURÐAGÍVRINI, har Henry fær vitjan av einum av sínum høvuðsfígginda. Og at enda LODNI SKARAR FRAMÚR.
Herviligi Henry og kettjupkríggið (80)
Les um tað eina tingið, sum Henry er bangin fyri; um tá ið Óða Óluva vitjar aftur; hvat hendir, tá ið Henry ger ein film um familju sína, og nógv annað í stuttligastu og mest forherðari bókini higartil.
Upplivingarnar hjá John Blake (20)
Ùti á víðum havi og fjald av tíðartoku siglir Mary Alice og manning hennara-leitandi eftir eini leið heim.Men gátuføra skipið verður jagstrað av einum bølmenni,sum fer ALLARSTAÐIR at leita tey upp.Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð.John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið.Manningin roynir at fáa hana aftur í hennara egnu tíð og sigla til eitt stað,har lív og skip verður sett í váða.















