Áh Óh - mánin!
Lundapisurnar Stóra og lítla spæla í fjøruni. Knappliga er okkurt stórt og gult har. Stóra veit væl, hvat hetta er – tað er mánin! Og hann flýgur av stað við lítlu. Nú eru góð ráð dýr!
Sparka við Magna - Magni Magnason greiðir frá
Tað er ikki lætt at spæla fótbólt.Tað veit eg nú,at tað ikki er.Tí tað er ringt at klára seg væl altíð.Eg slapp annars við á liðið beinavegin. Enntá í bestu deild.
Sofía og Anita - hurðin í fjallinum
Sofía og Anita síggja tveir gátuførar menn bera ting úr einum gomlum bumbuskýli.Munnu teir vera tjóvar?Genturnar fara at kanna,hvat ið er á vási.Tað verður nógv óhugnaligari,enn tær høvdu væntað. Sofía og Anita er ein spenningsrøð,sum Line Baugsø hevur skrivað. Hon hevur eisini skrivað bøkurnar um smáu detektivarnar, katlu og stinu.
Romeo & Julia
Romeo og Julia eru góð...... men ættirnar hjá teimum eru fíggindar.Í gamla Verona,har tey berjast við svørðum,hava loyndarmál og duga at bryggja gandadrykkir,hoyra vit um syndarligu kærleikssøguna,sum endaði so ræðuliga.
Skjót!
Í fyrstu bókini vann 5.b fótbóltskappingina.Nú verður meira fótbóltur.Í fyrstu bókini var Vilhjálmur forelskaður.Nú verður uppaftur meira av kærleika!Í fyrstu bókini var stríð við Kristian.Nú verður uppaftur verri! Skjót er onnur bókin av trimum um Vilhjálm og vinirnar. Fyrsta bókin eitur Sparka!
Tá ið eg fór inn í miðjuna á jørðini
Læknin, ið drakk piss. Gentan,ið kom livandi frá at detta úr einum flogfari.Gyklarin,ið gandaði seg sjálvan burtur.Hava tey verið til í veruleikanum? Í hesari bókini kanst tú lesa um tólv ógvuliga serstøk fólk.Nakrar av søgunum eru sannar.Aðrar eru tú at gita,hvørjar eru sannar?(Í bókini fært tú eisini meira at vita um flogfør,hypnosu og Titanic.)
Frumskógardjór - Heimurin hjá Djóra-Djóna
Djóra-Djóni sigur frá um síni yndis frumskógardjór. Frá svarta pantaranum til eiturpílafroskin. Visti tú? At kvalaraslangan kann leggja heilt upp í 60 ungar? At summar kamelónir kunnu broyta húðarlit? at ein tikari kann svølta í tvær vikur?
Ungar hjá djórum
Í hesi bók kanst tú lesa um ymisk sløg av djóraungum.
Pax 8, Hvítormurin (38)
Á Himmalbrekkuni hvørvur eitt lítið barn knappliga,hon er sum uppslúkt av jørðini.Samstundis er Iris sporleyst horvin.Kann hetta hava samband við hvørt annað?Alvi og Viggo fáa hjálp úr óvæntaðum staði,men hvussu kunnu teir bjarga nøkrum,sum er í klørnum á Svørtu heksini?Og einastaðni djúpt undir Marifred kemur spakuliga lív í eina elligamla veru.
Tey leita eftir Benny
Foxy og Mikkjal eru bestu vinir,men tá ið Mikkjal fær ein lítlabeiggja,gongur galið.Foxy vil jú hava tað sama sum Mikkjal,men mamma og pápi hennara nokta at akta og geva henni eitt systkin,men Foxy vil ikki gevast at plága,og at enda mugu foreldrini boyggja seg.Men tá ið Foxy tekur Benny við í skúla,gongur galið....
Haruungin Nelus (28)
Nelus býr í einari djúpari holu ovast uppi undir Malarbrúnni í Keldufjalli í Svínoy.Honum dámar væl at spæla í kavanum,men ein dagin hendir nakað ógvusligt....
Harry Potter og Bannsetta Barnið
Tað var trupult at vera Harry Potter,og tað er ikki nógv lættari nú,hann er overvaður av sínum arbeiði fyri Gandamálaráðið umframt at hava konu og vera pápi hjá trimum børnum í skúlaaldri.Meðan Harry stríðist við fortíðina,sum sýtir fyri at vera har, hon hoyrir heima,má yngsti sonurin,Albus,stríðast við byrðarnar av familjusøguni,sum ongantíð ynskti sær.
Jakobina, kvørkveggjan
Jakobina stúrir fyri so øgiliga nógvum.Hevur hon latið nóg nógvar rosinur í kakuna?Og hvat nú um sólin ikki rísur í morgin,ella eitt flogfar dettur niður í radisubeðið?Men ein morgun finnur hon ein neyðarsligan kvørkveggjuunga úti í garðinum.Og tá fær hon veruliga eina góða orsøk til at stúra!Hetta verður ein herlig tíð hjá Jakobinu,og Jákup hevur ongantíð sæð hana smílst so loyndarfult áður.
Vencil nr.18
Skaldskapur á føroyskum. Yrkingar og stuttsøgur - umsettar og á upprunamáli.
Mio, mín Mio (16)
Mundi nakar lurta eftir útvarpinum tann 15 oktober í fjør?Mundi nakar hoyra,at tey sóknaðust eftir einum dreingi,sum var horvin.Tey søgdu:Løgreglan í Stockhólmi leitar eftir tí 9 ára gamla Bo Vilhelm Olsson,sum ikki er sæddur,síðan hann fór frá húsum í Upplandsgøtu 13 í fyrrakvøldið kl.18. Ja, soleiðis søgdu tey.Men ongantíð frættist nakað um Bo Vilhelm Olsson.Hann var horvin.Eingin fekk nakrantíð at vita,hvat var vorðið av honum.... Soleiðis byrjar søgan um Mio.
Bókin um Pippi Langsokk (10)
Í 1941 lá mín sjey ára gamla dóttir,Karen,sjúk við lungnabruna.Hvørt kvøld,tá ið eg sat á songarstokkinum hjá henni,bað hon:Fortel mær eina søgu. Eitt kvøldið spurdi eg hana:Hvat skal eg fortelja tær?So svaraði hon:Fortel um Pippi Langsokk.Hon fann upp á navnið júst í somu løtu.Eg spurdi hana ikki, hvør Pippi Langsokkur var,eg fór bara at fortelja,og av tí at tað var eitt so sermerkt navn,so bleiv hetta eisini ein sermerkt genta."















