Vandamikil djór
Hvør ormur bítur si, at tú doyrt eftir fáum sekundum? Hvat fær leopardar at gerast ræðulig veiðidjór í náttarmyrkri? Er tikarahávur hættisligari enn ein bóghvítuhvalur? Hvar sært tú vandamestu eiturkoppar í heiminum? Vandamikil djór ymsar staðir á jørðini kunnu vera alt frá tropiskum hávi til pinkulítið skordýr við drepandi biti.ì hesi bókini lesur tú um ótrúlig eiturevni,vápn og sansir,ið fáa summi djór frá náttúrunnar hond at verða fødd drápsdjór.
Símun og Nói bjarga nítjan maðkum og eini humlu
Tað regnar. Símun og Nói vilja bjarga maðkum. Teir finna eisini eina humlu. Hon flýtur í einum runuhyli. Púra still.
Símun og Nói og neyðars kaninin undir sólberjarunn
Símun og Nói finna eina kanin undir sólberja-runninum. Hon rørir seg ikki. Nói torir ikki at fara yvir til kaninina. Eg skal fara at hyggja, sigur Símun.
Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu
Her er alt,sum tú hevur brúk fyri til at skriva tína allarbestu søgu! Set pallin,skapa minniligar persónar, brúka framúrskarandi orð, og enda søguna við einum vælskrivaðum útgangi - alt hetta fært tú hjálp til í hesi týdningarmiklu skrivileiðbeiningini, sum tú ikki kanst leggja frá tær.
Pápi Pál gandar
Pál er glaður. Pápi hansara skal ganda fyri flokkinum. Tað hevur hann ikki roynt fyrr. Men hann hevur vant. So tað kann ikki miseydnast.
Pál fær trampolin
Pápi Pál hoppar høgt upp. Ansa tær nú, pápi, sigur Pál. Tú mást ikki hoppa so høgt. So rakar tú...
Dinosaurar
Hvussu stórir vóru dinosaurarnir, og hvat ótu teir? Hvørjir dinosaurar vóru ræðandi, og hvørjir vóru fittir? Í hesi bókini fært tú svarini og nógv annað at vita um hesi hugtakandi djórini.
So vøkur tú ert
Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir. Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður.Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag.
Træhúsið í 26 hæddum (20)
Hetta er onnur bókin um teir báðar vinmenninar Andy og Terry, sum búgva í tí mest ótrúliga træhúsinum, sum nú er víðkað úr 13 upp í 26 hæddir. Træhúsið er snikkað saman eftir hugaheiminum hjá tveimum kreativum dreingjum, tí har eru m.a. ein robottur, sum selur 78 ymisk sløg av ísi, eitt vektloysiskamar og ein dómadags-villiniborg. Bókin er full í ørligum og undirhaldandi søgum og hendingum. Hetta er ein tekstbók við nógvum myndum, og hon egnar seg væl til nýggjar lesarar.
Søgur um náttina
Fortel mær tríggjar søgur, góða, góða, góða, bað Lítlabjørn. Tríggjar søgur!? segði Bjarnamamman, Ja, eg segði jú góða tríggjar ferðir! segði Lítlabjørn
Sutturnar hjá Valdimari (22)
Valdimar elskar at slupra og sutta. Men nú heldur pápin, at Valdemar er ein stórur úlvur, sum eigur at gevast at brúka suttu. Tá ið lítlasysturin Lina missir suttuna burtur, vísir Valdimar, hvat tað merkir at vera rættur stórur úlvur.
Kepler62, Slóðarar-4 (65)
Ari, Maria og Jóni eru umsíðir komin til gongustjørnuna Kepler62e. Á gongustjørnuni er gras, plantuvøkstur og vatn, og tey byrja spakuliga at síggja eina framtíð fyri sær. Men so finnur Maria út av, at tey ikki eru einsamøll á gongustjørnini. Kann hon líta á hesar verurnar? Jóni verður lívshættisliga sjúkur, og tá noyðist hon at taka kjansin.
Kepler62, Ferðin 3 (57)
Ari, Jóni og Maria fara á ta longstu rúmdarferðina í søguni hjá mannaættini. Tey skulu til gongustjørnuna Kepler62e, sum er heili 1200 ljósár burtur. Vandarnir á ferðini eru nógvir – halastjørnur, loftsteinar og ormahol. Men tað er eisini okkurt illgrunasamt við allari hesari ferðini. Hví er Maria løgd í hypersvøvn? Og hvat man vera í hasum hylkinum, sum Olivia roynir at fjala fyri teimum?
Bókin um Dust- fyrsta bind (16)
Malcolm Polstead arbeiðir á vertshúsinum hjá foreldrum sínum,og har hoyrir hann orðið dust.Tað er okkurt serligt við hesum dustinum.Sum um tað ikki er heilt vanligt dust.Hendan veturin regnar tað sum ongantíð fyrr,og alt verður undir í vatni.Eitt str íð millum vísindi,politikk og átrúnað er byrjað.Malcolm missir alt í illveðrinum,og hann noyðist at fara á eina ferð,sum broytir lív hansara.Við á ferðini í kanoini,sum eitur La Bella Sauvage,eru pinkubarnið Lyra og Alice.Og teir tríggir daimonarnir.
Eg eri ein prinsessa
Heimsins vandamiklasta harkalið 1
Killer, Skrappi og Kryvjarin, hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Teir halda til í Ræðuborgini í Illaskógi, og ein dagin hoyra teir, at okkurt er komið í felluna uttan fyri Ræðuborgina.Er tað hitt harkaliðið í Illaskógi,Heimsins vánaligasta harkalið,sum loypur á?Nei,tað er ein løgin skapningur–ein genta!Og henda gentan er ikki hvør sum helst,tí hon ætlar sær eisini at vera í Heimsins vandamiklasta harkaliðið.















