Tá ið Findus lítli hvarv (26)
Pettson gamli býr saman við hønum sínum á einum garði á bygd. Hann kennir seg so einsamallan. Ein dagin kemur Bina Andersson, grannakonan, við einari pappeskju til hansara. Findus. Grønar ertrar stendur við stórum stavum á eskjuni. Men har vóru ikki grønar ertrar í eskjuni. Har var ein pinkalítil kettlingur! Soleiðis gjørdust Pettson og Findus vinir, og hann fekk nógvar aðrar vinir seinni.....
Frikadellukríggið, Vit í 3.A
Tá ið nýggi drongurin í flokkinum, Wilhelm, skjýtur eina frikadellu, so hon endar í hárinum á Foxy, er ongin ivi: hetta er ein krígsavbjóðing. Foxy, sum fær hjálp frá sínum besta vini Mikkjali, noyðist nú at finna uppá, hvussu hon skal hevna seg fyri at vinna kríggið. Men tá hon fer at njósnast eftir Wilhelmi, gerst hon var við ein stóran loynidóm, sum gevur frikadellukrígnum heilt aðra vend.
Julia og omman
Julia skal sova hjá ommuni og abbanum í gula húsinum við viðarlundina. Julia fortelur fyri ommuni, at hon noyðist at brúka blæu um náttina, tí at hon pissar í song. Omman sigur, at tað skal hon einki leggja í.
Klukkudrongurin (30)
Darkus trýr ikki sínum egnu oyrum, tá ið eitt risastórt skordýr dettur niður úr buksubrókini hjá hansara ræðuliga nýggja granna. Tað er ein stór klukka - og hon tykist at vilja siga honum okkurt. Men hvussu kann ein drongur vera vinur við eina klukku? Og hvat hevur ein klukka at gera við, at pápi hansara er horvin, og at hann í somu løtu verður varur við Lucretiu Cutter og hennara alsk til ótýdligar, skríðandi smúkkur?
Veður
Í bókini, Veður, fært tú nógv at vita um veðrið, til dømis hvussu tung skýggj kunnu verða, hvussu hiti verður máldur. hví toran brakar og buldrar, hví tað er kaldari uppi í fjøllunum enn við sjóvarmálan og mangt, mangt annað.
Katrin í Toftum
Søgan um Katrina í Toftum byggir á søgnina, Katrin í Toftum; søgnin er út Hósvík frá seinast í 18. øld.
Eg vil heim
Pól og Ninus sova hjá abba og ommu. Abbi, koyr meg heim til mammu. Ninus vil heim í sína song.
Mina, hvør eri eg?
Mina er glað og hevur tað gott á trøðni, har hon býr saman við Æsu og lombum hennara, men tað er bara eitt, sum hon hugsar um. Æsa, eri eg eitt lamb? spyr hon.
Eg og mítt kelidýr - Ketta
Visti tú, at kettur sova tvær ferðir so nógv sum tú? At kettur hava fimm tær á framlabbunum, men bara fýra á afturlabbunum, og at hvítar kettur við bláum eygum eru næstan altíð deyvar? Tað er deiligt at tosa við kettuna hjá sær og kína henni. Men tað er eisini stór ábyrgd at hava kettu. Og tí mást tú vita, hvussu tú skalt ansa og taka tær av henni, so hon hevur tað gott.
Eg og mítt kelidýr - Hundur
Visti tú, at chihuahua er minsta hundaslagið, sum er til? At tevið hjá hundum er fleiri hundrað ferðir betri enn títt, og at tað eru hundar, sum ikki duga at goyggja? Tað er stuttligt at spæla við hundin hjá sær og læra hann ymisk kynstur. Men tað er eisini ein stór ábyrgd at hava hund. Og ti mást tú vita, hvussu tú skalt ansa og taka tær av honum, so hann hevur tað gott.
Bang
BANG er ein myndabók, sum vísir eina hendingagongd bara við myndum og orðinum BANG. Ein long røð av djórum, sum koyra bil, renna inn í hvørt annað og BANG! Tað, sum er í bilinum: hønur, bøkur, klæðir, bildekk, grønmeti og mangt annað fer fúkandi í allar ættir. Hvørt BANG hevur sín lit, og bókin er ein litføgur og skemtilig myndabók við nógvum smálutum. Børn og vaksin kunnu saman seta orð á hendingagongdina. Ein stór, eydnusom vanlukka.
Góðanáttsøgur til rebelskar gentur (9)
Bókin ger ævintýr av nýggjum, gevur gentum íblástur við 100 søgum um kvinnuhetjur frá Elizabeth l til Serenu Williams. 60 listakvinnur úr øllum herðashornum hava myndprýtt, hetta er mest stuðlaða upprunabók í søguni hjá hópfígging.
Mín Clementine (34)
Mín Clementine sigur søguna um ein skipara og skip hansara,frá tí at hann sum smádrongur sær skipið verða bygt í 1930-árunum,til hann sjálvur siglir sum skipari kring heimin,og til skipið at enda endar á havsins botni.Skipið,sum eitur Mín Clementine, er eitt frystiskip, tað slagið, sum á enskum vanliga verður kallað "reefers". Hesi skipini vórðu serliga brúkt at frakta matvørur, men undir øðrum heimsbardaga nýtti amerikanska hervaldið tey at flyta hermenn og góðs aftur og fram úr Evropa.
Orbulatornjósnarin 3
Ævintýrið um verðins besta koduloysara heldur fram. Fyrst gevst Big Ben at sláa. So kemur tann loyndarfulli orbulatornjósnarin. Hví vil hann hava fatur á Williami? Og hvat er í grundini ein orbulatorur? Myrk loyndarmál og at síggja til ógjørligar kodur senda William út á enn eitt vandamikið ævintýr.
Skrímslið í sirkusi
Frank hevur endilig fingið vinir - men teir eru skrímsl, júst sum hann sjálvur. Alt má haldast loyniligt, tí menniskjuni ræðast bara skrímslini meira og meira. Frank hevur endilig fingið vinir - men teir eru skrímsl, júst sum hann sjálvur. Alt má haldast loyniligt, tí menniskjuni ræðast bara skrímslini meira og meira.
Einki samband (30)
Sølvi er ein stúrin ungur drongur úr Reykjavík, ið er sendur út á bygd til ommuna, sum hann næstan ikki kennir. So hví verður hann noyddur út á bygd? Tann almenna frágreiðingin er, at foreldrini mugu fáa skil á fíggjarviðurskiftunum–pápin ætlar sær til skips og mamman til Noregs. Men Sølvi hevur eisini ymiskt at dragast við, og nú má tað fáast í rættlag við at lata hann strevast á garðinum hjá ommuni. Uttan telefon og atgongd til internetið!















