, , , , , ,

19 Søguligar gátur, Frá Titanic til Dracula

Í bókini eru spennandi søgur frá veruleikanum. Søgurnar eru skrivaðar sum gátur, sum tú kanst loysa. Les, hygg og hugsa. (Prei: Alt, tær tørvar at vita fyri at loysa gáturnar, er í tekstinum ella á myndunum.

148,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Magnus Heinason 1

Føroyar, ár 1562... Magnus Heinason ætlar sær út í heimin.Hann droymir um vandamiklar sjóferðir og bardagar viðsjórænarar. Hann er sterkur og djarvur - fúsur at hjálpa vinum sínum og berjast við fíggindar sínar. Einki kann forða honum - roysnisbrøg

80,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Billie. Tú ert tann besta (43)

Lívið hjá fosturfamiljuni í Búkróki heldur fram at taka okkum á bóli, og Billie er uppi í øllum sum vanligt. Áðrenn hon veit av, er hon blivin kend í býnum. Hjálp!Heima verður Tea øvundsjúk. Og Álvur er eisini illur, tí at Billie er drigin at hansara stóra hatursobjekti Douglasi. Hvat er tað, sum í grundini er farið fram millum systkinabørnini? Hevur tað nakað at gera við, hvussu lítlibeiggin doyði? Billie má bara vita tað.

130,00 kr. 150,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Mááál!

5.b er við í finaluni! Hvussu man tað fara at ganga? Vilhjálmur og Mia ganga saman! Fer tað at halda? Kristian og Vilhjálmur klandrast. Verða teir nakrantíð samdir? Mááál! er triðja bókin av trimun um Vilhjálm og vinirnar. Fyrru bøkurnar í røðini eru Sparka og Skjót!

160,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Óhugni í skúlanum

Trý systkin. Linus, Maja og Oskar. Átta,tíggju og tólv ára gomul. Ein vanligur skúladagur... ein vanligur skúlatími... ein lærarinna, ið ber seg undarliga at!

140,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , , ,

Rotin jól, Lý

Lý er glað. Hon skal halda jól saman við systrini, Fíu. Lý ger eina gávu til Fíu. Hon gleðir seg at geva Fíu myndina. Fer Fía at verða glað fyri gávuna frá Lý?

98,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , , ,

Lý er glað. Í dag skal hon hitta Fíu, nýggju systrina. Fía er 13 ár. Tað er kul at hava eina systur, sum er 13 ár. Ella er tað?

95,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Drongurin í stríputum náttklæðum (26)

''Tað eru fleiri hundrað børn her,'' segði Bruno uttan at hugsa um orðini, áðrenn hann segði tey, '' Tey eru bara hinumegin stikið.''

220,00 kr. 248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kepler62, Loyndarmálið 6 (52)

Í síðstu bókini kemur eitt óhugnaligt loyndarmál fram - ein ferðasníkur, sum hevur ligið krógvaður í hylki nummar 13 í Stjørnusiglaranum. Hnn ætlar at brúka vápn fyri at oyða tey, honum ikki dámar, og gerast ein grummur einræðisharri. Maria, Ari og Jóni mugu gera alt, tey kunna, fyri at stríðast fyri at bjarga sær og tí fantastisku og vandamiklu gongustjørnuni Kepler62e. Og teimum tørvar skjóta hjálp, tí einsamøll kunnu tey ikki vinna á tí valdssjúka ferðasníkinum.

128,00 kr. 152,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Kepler62, Virus 5 (52)

Ari, Jóni og Maria stríðast fyri at fóta sær á gongustjørnuni Kepler62. Tey berjast móti einum gátuførum virusi, óstøðugum veðri og fíggindum í sínum egna rannsóknarbólki. Tað endar við einum vandamiklum valdsstríði, og ein skelkandi sannleiki verður avdúkaður: Tey eru send til Kepler62 av heilt øðrum og óunniligum orsøkum, enn tey fyrst hildu.

128,00 kr. 152,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Søgusavn

Palli hjálpir einum riddara•Søgan um blóðreyða súreplið ABC-bókin•Viktor byggir eina brúgv•Palli í frumskóginum• Abbi er sjórænari•Lummalyktin hjá Palla•Talbókin Halt fast Fabian•Føðingardagsgávan•Ketturnar hjá Matildu•Palli hittir ein tokførara. Ritverkið hjá Jan Lööf er í einum klassa fyri seg. Í meira enn 50 ár hevur eydnast honum at finna fram til tað heilt serliga í myndum og frásøgutóna, sum fangar lesaran.

248,00 kr. 298,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Harry Potter 2, heft og kamarið við loynidómum

Harry er heima hjá fosturforeldrunum. Hann er í summarfrítíð og upplivir ringasta føðingardagin nakrantíð. Harry hevur aldrin havt tað gott hjá Dursley fólkunum. Har hendir ymiskt løgið - og stuttligt.Onkur er,sum roynir at forða Harry at fara aftur. í Hogwarts. Tað er tað ringasta, ið kann henda, tí ikki fyrr enn Harry frætti frá gandaskúlanum og fekk at vita um sín egna uppruna, hevur hann varnast, at tað eru fólk, ið eru góð við hann.

160,00 kr. 195,00 kr.
Legg í kurv
, , , , , ,

Í rósunnar miðju (24)

Stefan og pápin eru einsamallir, tí mamman hevur tikið lívið av sær seinasta heyst.Stefan heldur tó, at alt er ikki so einfalt, og hann hevur hug at kanna hetta nærri.Hann sníkir seg at lesa eitt bræv, mamman hevur skrivað, áðrenn hon doyði, og í brævinum finnur Stefan evarska smáar bókstavir í einari tekning av einari rósu. Nú fer Stefan at leita eftir sporum og finna útav, hví mamman doyði.

160,00 kr. 180,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Millum gráar skuggar (22)

Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvat virði er í einum menniskjalívi? Tann morgunin var lívið hjá beiggja mínum vert eitt lummaur ... Eitt kvøldið koma sovjetskar vaktir eftir fimtan ára gomlu Linu, mammuni og yngra beiggja hennara. Tey verða tveitt í kríatúrvognar og send avstað. Tey verða flutt burtur til Sibiria.Ein ófatiliga hørð ferð er byrjað.Lina veit ikki,um hon nakrantíð fer at síggja pápa sín aftur,sum er horvin nakrar dagar frammanundan.Men hon vil ikki missa vónina.

220,00 kr. 248,00 kr.
Legg í kurv
, , , ,

Miljuløtur (17)

12 ára gamla Milja sigur frá upplivingum, sum hon og vinkonan Jelena hava havt, síðan tær vóru 7 ár. Gerandishendingarnar fáa eina aðra vídd sæddar við eygunum á Milju.

190,00 kr. 220,00 kr.
Legg í kurv
, , , , ,

Pax 9, Marran (32)

Verjan hjá bókasavninum er viknað, og svarta heksin ger eina lívshættisliga avtalu við marrudreymadrotningina! Marran tekur ræðið á Estrid, og tað eru bara ravnabrøðurnir, Alvi og Viggo, ið kunnu bjarga henni og øllum Mariefred. Men tað er sera vandafult at fara inn í dreymaverðina ...

120,00 kr. 136,00 kr.
Legg í kurv