Falska rósan (8)
Tygum hava biðið meg skrivað alt niður, sum eg veit um mannin, tey kallaðu Hetlands Jack. Tað skal eg gera. Eg skal siga tygum frá um harða lív hansara. Og tygum skulu fáa sannleikan at vita um, hvussu hann hvarv á løgnan hátt. Men søgan um Hetlands Jack var ikki komin at enda, tá ið faðir hansara varð funnin í havnini í Glasgow. Og nú er lagnan hjá Jack vorðin mín egna lagna. Um hetta má eg eisini skriva, hóast tað kenst svárt.
Hetta er ikki vit (40)
Pápin kemur ikki upp um morgunin. Hann ger ikki mat longur, og hann svarar næstan ikki, tá ið Sanna tosar við hann. Í skúlanum er tað ikki nógv betri, tí besta vinkonan vil ikki hava nakað við hana at gera. Men so byrjar Yousef í flokkinum, og hann hevur umleið eina millión eygnavippur og veit, hvat tað vil siga at taka myndir av verðini. Ein hørð og veruleikanær søga um umsorganarsvik.
Bløðra (27)
Stina er ein trælur. Hon verður noydd at koma upp um morgunin, noydd at fara í skúla, noydd at læra seg sovorðið, sum hon als ikki hevur brúk fyri, noydd at verða eyknevnd Bløðra, noydd at brúka lættimjólk heldur enn vanliga mjólk, noydd at ganga til svimjing og noydd at syngja í tí rotna jólakórinum. Hon noyðist at ganga eftir lortareglum hjá øðrum, í einum lortabýi, í einari lortaverð.
Heimsins vandamiklasta harkalið 3 (24)
Tey mugu grøða Vampýrrósuna fyri ta allarringastu sjúkuna. Tey fýra gerast sumoglímarar og finna ein deyðan mann í Illaskógi. Harafturat prógvar harkaliðið, hvat veruligt vinalag er, og tað førir tey út, har eingin grynnir. Í bókunum um Heimsins vandamiklasta harkalið eru fimm stuttar, villar og ordiliga stuttligar søgur um alt, ið kann henda, tá ið tey vaksnu ikki hava eitt vakið eyga.
Mín fyrsti dagur og nátt (36)
Lær barnið at tosa og menna orðfeingið við hesari stuttligu spæli- og myndabókini. Stimbrar førleikan hjá komandi lesarum. Mennir eygleiðingarevnini hjá barninum. Myndir geva barninum størri innlit í heimin.
Ganga saman
At koma saman er ikki altíð so lætt. Og at ganga saman kann vera trupult!
Mira 2 Húsbátur - babba - kærleiki
Tað er stuttligt at droyma. Altso, ikki sum tú gert um náttina, men dagdroyma. Knappliga kunnu dagdreymar gerast veruleiki. vit mugu minnast til at droyma við opnum eygum. Men hóast tað er ein stórur dreymur, kanst tú væl gerast eitt sindur stúrin, um tú skalt møta pápa tínum fyri fyrstu ferð. Tí hvat nú, um tú ikki passar inn í lívið hjá honum? Ella øvut? Ella um dreymurin verður eott vónbrot? Og hvussu er tað í grundini bæði at skula vera hjá mammu síni og pápa sínum?
Mira 1 Vinir-forelskað- eittárímínumlívi
Tú kanst føla teg eitt sindur einsamalla, um besta vinkona tín ger ein kærleiksklubba saman við tí kulu, nýggju gentuni í flokkinum. Tí tú sleppur bara at vera í honum, um tú hevur verið forelskað, og tað hevur Mira ongantíð verið, sjálvt um hon veruliga hevur roynt. Men hvat nú, um hon hugsar ordiliga nógv um hon dreingin í flokkinum? Altso, bara ein hálvan tíma um dagin. Verður hon so forelskað? Hvussu ringt kann tað vera?!
Gosfjøll
Hvat er eitt gosfjall? Smeltað grót trýstir seg upp ígjøgnum tunnu jarðarskorpuna og verður til lava. Tað flýtur sum siroppur, og so hvørt sum tað kólnar, mennist eitt fjall til eitt gosfjall. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu eitt gosfjall verður til umframt kendar hendingar í søguni, har gosfjøll hava lagt bygdir og annað í oyði.
Brá fær eitt ross
Brá elskar ross. Pápi hennara eigur eitt ross. Tað eitur Rósa. Brá hevur skjótt føðingardag. Hon ynskir sær eitt ross. Einki annað.
Vandamiklar rýmingar
Fólk, sum sita í fongsli ella sum fangar í legum ella aðrastaðni, hava altíð roynt at rýmt. Tað kunnu vera fólk, sum hava framt brotsgerðir og sita í fongsli, sum verða hildin at vera ógjørlig at rýma frá, fangar, sum eru tiknir í kríggi av fíggindanum ella politiskir fangar, sum eru settir í fongsul av tí, teir trúgva uppá.
Virus
Í 2020 kom koronavirusið til Føroya. Skúlarnir lótu aftur, og børn vórðu send heim. Men hvat er eitt virus í grundini? Hví gerast vit sjúk av virusi? Og hvussu kunnu vit verja okkum ímóti virusi? Tað kanst tú lesa meiri um í hesi bókini.
Klókir fuglar
Fuglar duga at flúgva, at láta og at finna mat. Teir duga eisini at hugsa. Nakrir fuglar eru líka klókir sum sjimpansur. Teir fáa nýggj hugskot og loysa truplar uppgávur.
Vinmenn, flex-perma (23)
Seks kvæði, yrkt eftir Føroyingasøgu: Brestis kvæði - Sigmundur og Tórir - Bjarnabani - Sigmunds kvæði yngra - Deyðastund Sigmundar - Leivs kvæði
Men hvat hendi við tær?
óhanna er øðrvísi enn hini í familjuni. Hini eru kløn, meðan Jóhanna er stór. Hvat hendi við henni? Jóhanna vil vera ósjónlig, men øll síggja hana. Serliga plágurnar í skúlanum. So skjóta foreldrini upp, hvussu hon kann loysa trupulleikan. Hon kann fáa 100 krónur fyri hvørt kilo, hon lætnar. Jóhanna góðtekur avtaluna, og so við og við lætnar hon meir og meir. Men verður hon glaðari? Og loysir tað í grundini trupulleikarnar, hon hevur?
Træhúsið í 91 hæddum (23)
Andy og Terry búgva í einum træhúsi í 91 hæddum (einaferð vóru bara 13, men fyri hvørja bók byggja teir 13 afturat). Nú hevur træhúsið fingið eina kavbáta-tvíflísa-sølubúð, sum selur tvíflísar líka stórar sum kavbátar, heimsins sterkastu melduródn, eitt ovurstórt lokkanet – við einum risaeiturkoppi - eina oydna oyggj og ikki minst ein stóran, reyðan knøtt, sum kanska kann spreingja allan heimin í luftina.















