Loppugras

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 20,00 kr

Deil:
Loppugras er eitt savn við tólv yrkingum.
Yrkingar um hundin, sum fór á flog, diddaraka tjaldrið, ein løgnan saks, prutlini hjá postboðum, krabban, sum eftir botni fer og annað mangt.
Heimligar, skemtiligar og samstundis sniðfundigar yrkingar, ið hóska væl saman við tekningunum.
Við bókini fylgir fløga við løgum til átta yrkingar. Pauli Hansen hevur skrivað løgini, og børnini í Eysturskúlanum syngja.