Hvør fjalir seg í postkassanum?

Bókadeild Føroya Lærarafelags

102,00 kr  Spar 15,00 kr

Deil:

Nýggj upprunaføroysk barnabók eftir rithøvundan Marjuna Syderbø Kjelnæs.
Flestu kenna Marjuna frá stuttsøguskriving fyri vaksin, men nú roynir hon seg við barnabókmentum, og tað er blivið til eina tankavekjandi bók um gentuna Viktoriu, sum ein dagin hittir ein pingelipong, sum býr í postkassanum á húsunum hjá Viktoriu og teimum. Knappliga hendir so nógv, bæði stuttligt og spennandi og av tí at pingelipongurin er ein sera lítil vera, fær rithøvundurin lýst heimin so, sum hann kann sýnast í barnahædd.
Saman við listamanninum Hanna Bjartalíð hevur hon skapað eina vakra og upplivilsisríka søgu við tekningum í sterkum litum á so at siga hvørjari blaðsíðu.
Søgan er í átjan pørtum við einum lítlum filosofiskum inngangi, har lesarin fær tankarnar á flog og okkurt at hugsa um.
Sjálv søgan er um, hvussu spennandi tað er at hava ein pinkuling búgvandi, sum ongin annar veit nakað um, men hesin sami pinkulingur er eisini við til at loysa ein trupulleika, sum nívir Viktoriu.
Bókin er ætlað teimum 7-10 ára gomlu og egnar seg bæði til at lesa sjálv og til upplesing.