Elias - ein hondbóltsstjørna
Bókaklubbin
190,00 kr
- Síður: 52
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Føroyskt
- Rithøvundur: Páll Holm Johannesen
- Myndir: Harald Bjørgvin, Finnur Justinussen og onnur
ELIAS ELLEFSEN Á SKIPAGØTU er ein tann mest spennandi ungi hondbóltsspælarin í øllum heiminum.
So skjótt vinmenninir og hann vóru lidnir í skúlanum, fóru teir í Hoyvíkshøllina at spæla. Teir brúktu nógvar tímar í høllini. Hetta er ein orsøk til, at Elias er so góður hondbóltsspælari.
Tá ið Elias var smádrongur, droymdi hann seg út í heim at spæla hondbólt. Hansara stóri barndómsdreymur var einaferð at sleppa at spæla í hvítu troyggjuni hjá THW Kiel, og nú sleppur hann at spæla við týska stórfelagnum.
Bókin er ein lilla faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.