

Stravaganza . Grímubýurin
45,00 kr. 50,00 kr.
Rithøvundur: Mary Hoffman
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Stravaganza . Grímubýurin
Frágreiðing:
Evni: Fantasy
Týðari: Jón Joensen
Teknari: Peter Bailey
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2005
Síður: 332
Myndir: Nei
Bókaklubba: Nei
- Vørulýsing
Vørulýsing
Grímubýurin er ein tølandi frásøga um Lucien úr Englandi og Arionnu úr Talia, umhertogafrúuna í Belezza og vin hennara, tann duldarfulla Rodolfo, sum verður tann, sumhjálpir Lucien at taka eina avgerð um at liva ella at doyggja í Belezza ella í London.Kápan á bókini Stravaganza Grímubýurin boðar frá, at hetta er ein serlig bók.Á kápuni er ein glitrandi gríma, og undir kápuni hómast ein sera væl kendur málningur avgondolum í Venezia.Søgan fer fram í javnfjarum verðum, hetta er vanligt í slíkum fantasybókum.Í søguni ferðast Lucien aftur og fram ímillum sína egnu verð, sum er í London á okkaradøgum, og Talia, sum er ein verð í 16. øld. Talia er bæði lík og ólík tí Italia, sum vit kenna.Munurin er tann, at Talia gjørdist ein sjálvstøðug verð eftir bardagan millum Romulus ogRemus. Í Italia vann Romulus sum kunnugt stríðið og grundaði Rom, í Talia vann Remus oggrundaði Remora, høvuðsstaðin í remanska ríkinum.




