

So vøkur tú ert
140,00 kr. 165,00 kr.
Skaldsøgan sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður, ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teir møguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikar eftir.
Skaldsøgan er poetisk og viðger djúp og álvarsom evni sum deyða og sorg, men hon hevur samstundis eina fangandi hendingagongd og livandi samrøður.Søgan lýsir, hvussu sorg og forelskilsi kunnu kennast hjá einum ungum menniskja í dag.
Rithøvundur: Brynjulf Jung Tjørn
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: So vøkur tú ert
Frágreiðing: myndir: Exil Design
Evni: kærleiki
Týðari: Heðin M. Klein
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2018
Síður: 115
Myndir: Nei
Bókaklubba: Ja
- Vørulýsing
Vørulýsing
So vøkur tú ert sigur eina søgu um ein drong, sum er um at gerast ungur maður,ímeðan ein annar ungur maður fánar burtur. Tað snýr seg um at taka teirmøguleikarnar, sum lívið hevur at bjóða – og um at ein dag eru ikki fleiri møguleikareftir.
TAÐ ER SUMMAR OG ALT ER ØÐRVÍSI. Mammubeiggin, Símun, flytir inn hjá Henrikiog mammuni. Símun og Henrik hava altíð havt eitt tætt samband, men nú er Símunsjúkur, ógvuliga sjúkur. Henrik fortelur Símuni, at han hevur mussað Kjersti, einagentu í flokkinum, men tað hevur hann ikki. Hann tordi ikki. Nú hevur Kjersti veriðog ferðast í Italia, og Henrik hugsar um, um hon man hava saknað hann.




