

Mumiugátan
200,00 kr. 220,00 kr.
Rithøvundur: Kristina Ohlsson
Fleiri upplýsingar
Undir tittul: Mumiugátan
Frágreiðing:
Evni:
Týðari: Vagnur Streymoy
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2024
Síður: 325
Myndir: Nei
Bókaklubba: Ja
- Vørulýsing
Vørulýsing
Herbert sá , hvussu tann fremmandi kýtti seg at taka taskurnar upp. Tær sóu sera tungar út. Men tað var eisini nakað annað. Herbert føldi, hvussu búkurin ringdi seg saman av ræðslu. Tá tann fremmandi tók ta einu taskuna upp, sást okkurt reytt á trætrappuni.
Blóð, hugsaði Herbert. Blóð er á taskuni.
Ein gátuførur fremmandur kemur til Eldsala. Hetta er heitasta summarið, Herbert nakrantíð minnist,og vespurnar eru alla staðni. Samstundis eru fólk í Eldsala farin at leggjast sjúk. Tey fáa fepur ogreyð eygu, og Herbert og vin konan, Sally, hava varhugan av, at okkurt er galið. Okkurt ræðuligt er um at henda! Tey leita sær trygd í loyniliga goymistaðnum, í afturlatnu vindmylluni, har einginlivandi – ella deyður – fær fatur á teimum.
Ella, er tað nú so?




