Handbók fyri superhetjur 4.partur – Úlvurin kemur

198,00 kr.

Vandamiklasti skálkurin í býnum, Wolfgang, hevur rænt borgarstjóran og vil hava Reyða skortin afturfyri. Leingi hevur hann roynt at fanga Lisu, og nú tykist hann vita júst, hvussu hann skal bera seg at. Lisa veit ikki síni livandi ráð – skal hon
bjarga sær sjálvari, ella geva seg upp í hendurnar á rænaranum fyri at bjarga borgarstjóranum? Men brádliga fær hon óvæntaða hjálp. Spurningurin er bara, um Lisa kann líta á nýggju vinirnar?

Rithøvundur: Elias Våhlund

Fleiri upplýsingar

Undir tittul: Handbók fyri superhetjur 4.partur - Úlvurin kemur

Frágreiðing: Lilla krabbabók/krossfiskur-4.torleikastig

Evni:

Týðari: Eyð B. Steinbjørnsdóttir

Teknari: Agnes Våhlund

Forlag: BÓKADEILDIN - NÁM

Útgávuár: 2020

Síður: 110

Myndir: Ja

Bókaklubba: Nei

: Á goymslu 8989